Fyrrapartin fer eitt lágtrýst á veg í ein landnyrðing framvið beint vestan fyri Føroyar og gevur okkum nógvan vind og óstøðugt veður. Mikudagin fer enn eitt brúgvalag framvið Føroyum av útsynningi, men seinni í vikuni nærkast eitt hátrýst oyggjunum av suðri.
Í dag verður hvassur vindur upp í skrið av suðri, 15 til 20 m/s, sum fyrrapartin fer í ein útsynning. Tað klárar í, tó verður ælaveður, men út á dagin færri æl og fleiri sólglottar. Týsnáttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynnningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.
Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og sum frá líður einans okkurt ælið. Um náttina snarar hann í ein landsynning og sunnan og øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Tað verður skýggjað og regn av útsynningi. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, seinni suðri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður og hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, tað klárar í og sum frá líður einans okkurt ælið. Hitin millum 6 og 8 stig.
Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein vestan og makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Tað klá´rar í, tó okkurt ælið. Hitin um 8 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s og okkurt einkult æl. Hitin millum 4 og 7 stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Okkurt æl, men eisini sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.
Leygardagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, sum fer í ein landsynning, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur trut og hálvskýggjað til skýggjað. Hitin millum 5 og 8 stig.