Millum tey mongu, sum eru avhoyrd í málinum um Madeleine McCann, er tann 36 ára gamla Jane Tanner. Hon og McCann-hjúnini eru vinfólk, og hon var á matstovu saman við teimum tað kvøldið, Madeleine hvarv.
Sambært Sky News er tað ein fyrrverandi agentur hjá amerikonsku samveldisløgregluni FBI, sum hevur gjørt tekningina út frá teimum upplýsingum, sum Jane Tanner hevur givið undir avhoyringum. Tekningin bleiv almannakunngjørd í einari spanskari sjónvarpsstøð.
- Vit halda, at tað var hesin maðurin, sum burturflutti Madeleine úr íbúðini, og vit halda tað hava stóran týdning, at almenningurin sleppur at síggja tekningina, sigur talsmaðurin hjá McCann-hjúnunum, Clarence Mitchell, við Sky News. Hann sigur, at hann og McCann-hjúnini vóna sjálvandi, at onkur kann kennast við mannin á tekningini, og at myndugleikarnir kunnu fáa boð um tað.
Sá mannin
Tekningin vísir ein mann við einum barni í kneppinum, og tað dimma hárið bendir á, at talan er um ein mann úr einum landi við Miðjarðarhavið. Sambært Sky News er maðurin millum 35 og 40 ára gamal, 170 centimetrar høgur og heldur klænvaksin.
Jane Tanner skal undir avhoyringunum hava greitt frá, at hon sá mannin umleið klokkan 21.15 um kvøldið tann 3. mai, tá hon var á veg á matstovuna, har hon skuldi hitta McCann-hjúnini. Hon sá ikki andlitið á manninum, men helt seg síggja, at hann hevði skund.
Gerry og Kate McCann hava alla tíðina hildið uppá, at onkur var inni í íbúðini eftir Madeleine. Í høvuðsheitum byggja tey niðurstøðuna á tað, sum Jane Tanner hevur sagt, sigur Sky News.