Hann rindar prísin fyri okkara bíligu klæði

Ein t-shirt fyri 99 krónur og eitt par av buksum fyri 199 krónur – nei, klæði nýtast ikki verða størstu útreiðslurnar fyri húsarhaldini. Faktum er, at klæði eru alt ov bílig - og tey, sum gjalda størsta prísin, eru kvinnur og børn í Bangladesh.

Næstu ferð, tú fert inn í ein klædnahandil, hygg so eftir lítla lepanum á klæðunum og les, hvat stendur har. Í nógvum førum stendur tað "Made in Bangladesh".


Heili 250 seymivirki eru nevniliga í Bangladesh, og klædnamerki sum Esprit, Vero Moda. Lewis, Replay og H&M seyma stóran part av sínum klæðum har.


Yvir tríggjar miljónir fólk arbeiða við klæðnaframleiðsluni, og 80 prosent av teimum eru kvinnur. Kvinnur, ið arbeiða fyri so vánaliga løn, at tær ikki hava ráð at geva børnunum mat ella ein rættan bústað, og nógvar kunnu heldur ikki keypa bind.


220 krónir um mánaðin - tað er lønin, tær arbeiða 12 tímar um dagin fyri. Tá arbeiðsdagurin er liðugur, byrjar húsarhaldsarbeiði. Børnini sleppa mangan at klára seg sjálvi, meðan mamman arbeiðir, men í summum førum er okkurt líknandi barnagarði, har tey kunnu vera.


Og samstundis keypa vit í vesturheiminum meira og meira klæði. Ein svensk kanning vísur, at fimtahvør svensk kvinna keypur klæði hvørja viku. Mótaíðnaðurin vil, at vit skulu keypa nýtt, og lági prísurin ger, at vit hava ráð til tess.


Í 2011 útflutti Bangladesh klæði fyri 18 miljardir dollarar. Made in China, sum tað oftani stóð á klæðunum fyrr, er í mongum førum skift út við Made in Bangladesh, tí at kinesisku lønirnar eru hægri og tí ikki líka kappingarførar sum tær í Bangladesh.


Lønin er hækkað

Corporate Social Responsibility (CSR) er ein felagskapur, sum arbeiðir fyri, at viðurskiftini skulu gerast betri fyri tey, sum starvast innan klædnaíðnaðin, og hóast ein løn upp á 220 krónur um mánaðin ljóðar sera lág - ella 10 krónur um dagin - so er hon faktiskt hægri nú, enn hon var fyri nøkrum árum síðani. Í 2010 mótmældu túsundtals seymikonir lønina, sum tá var 136 krónur um mánaðin, og tað eydnaðust at hækka hana til 220 krónur.


Mótaketurnar verja seg við, at tær kunnu onki gera, tí tað eru londini sjálvi, sum avgera lønirnar, og eftirsum at fátæka landið Bangladesh fegið vil hava øll tey arbeiðsplássini, sum klædnaíðnaðurin gevur, verður ikki so nógv gjørt við trupulleikan.


Men nógv vilja verða við at mótaketurnar kunnu gera meir, enn tær gera, tí verksmiðjurnar vilja hava kundar, og setur kundin krøv, mugu tey oftani lúkast.




Stjórin fyri H&M, Karl-Johan Persson, hevur verið á vitjan í Bangladesh og sjálvur sæð viðurskiftini hjá kvinnunum.

- Vit halda, at tað er týdningarmikið, at seymikonurnar kunnu liva av síni løn, men vit sum einsamallur keypari kunnu ikki gera so nógv. Vit vilja, at tey, sum stýra í landinum, skulu hækka minstulønina - men sjálvandi skilji eg, at tað er torført, av tí at landið samstundis má verða kappingarført, sigur hann.


Karl-Johan Persson heldur at besti háttur at hjálpa einum fátækum landi er at skapa arbeiði - men tá lønin, fólkið fær fyri arbeiði, ikki ber til at liva fyri, er spurningurin, um nakað er vunnið.


Hvat kunnu vit sum brúkarar so gera?

Jú, tað er faktiskt hjá okkum, tað byrjar. Tí keypa vit ikki bílig klæði, verða tey heldur ikki gjørd. Um vit keypa dýrari klæði og ikki keypa so ofta, skilja mótaketurnar kanska boðskapin - at tað, tær gera, ikki ber til í longdini, og at vit sum brúkarar hava skilt tað. Best er sjálvandi at keypa second-hand - bæði fyri umhvørvið og støðuna í Bangladesh.





****


Vilja hava hægri løn


Fyritøkan Bestseller, sum millum annað eigur merkini Name it, Only, Vila, Vero Moda, Jack Jones og Pieces, skrivar soleiðis á heimasíðuni um støðuna í Bangladesh:


“Vit stuðla gjøgnumføring av hægri løn í Bangladesh, tí vit halda, at tann lógarfesta minstalønin er ov lág. Bestseller eigur tó ongar verksmiðjur, og tá ið vit ikki eru einastu samstarvspartar hjá okkara vetiarum, kunnu vit ikki tryggjað arbeiðsfólkunum eina hægri løn við at hækka okkara keypsprísir. Vit hava tó tætt samskifti við okkara veitarar og onnur, sum hava áhugað í ídnaðinum, og vit royna at finna eina loysn, sum skal gagna ídnaðinum sum heild. Í ár hevur Bestseller saman við øðrum altjóða fyritøkum skriva eitt bræv til forsætisráðharran í Bangladesh við ynski um hægri minstuløn”