Svik á netinum: - Hann royndi eisini at lumpa meg

Løgreglan hevur nú fingið enn eina fráboðan frá fólki, sum eru lumpað at keypa á sosialu miðlunum, men sum ikki hava fingið vøruna, tey hava rindað fyri.

"Hann prøvaði eisini at snýta meg. Eg spurdi á Facebook, um onkur kundi selja mær fisk. Hann svaraði, at hann sigldi við føroyskum trolara, men búði í Danmark, so hann kundi taka fisk við til mín, um eg betalti áðrenn. Eg segði, at eg kundi gjalda, tá hann kom við fiskinum, men tá bakkaði hann út..."

 

Soleiðis greiðir ein lesari frá á Facebook, tá málið um ein føroying, sum løgreglan sigur hevur lumpað fleiri fólk á netinum, verður skrivað.

 

Løgreglan visti í gjár at siga, at tey hava fingið fleiri fráboðanir um ein persón, sum hevur roynt at lumpað fólk á sosialum miðlum við ymiskum, sum viðkomandi hevur sett til sølu - alt frá mati, til motorar og fiskiloyvi. Men, tá nøkur fólk hava goldið fyri tað, tey halda seg hava keypt, er eingin vøra komin.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í gjár at siga, at talan helst er um fleiri túsund krónur, sum viðkomandi hevur lumpað fólk fyri. 

 

Løgreglan heldur seg vita, hvør persónur er, men sambært vaktleiðaranum er viðkomandi fluttur til Danmarkar, og her verður roynt í samstarvi við donsku løgregluna at finna fram til mannin. Í fyrsta lagi vil løgreglan ávara fólk um at vera ansin, tá tey keypa á sosialu miðlunum.

 

Tá vaktleiðarin í gjár varð spurdur, um persónurin framvegis kann vera virkin á netinum við sínum ólógliga virksemi, varð svarið, at tað vita tey ikki. Løgreglan vildi ikki siga, um viðkomandi selur undir dulnavni - ei heldur, um talan er um ungan ella tilkomnan føroying, sum hevur staðið fyri slíkum virksemi.

 

Um søgan, sum ein lesari her ovast í greinini sigur frá, hevur samband við sama persón ella ei, er ilt at siga.

 

Í morgun visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga, at nú málið um føroyingin, sum hevur roynt at lumpað fólk á netinum, er vorðið alment, hava tey fingið enn eina fráboðan frá fólki, ið hevur verið fyri somu hending, sum fleiri onnur sambært løgregluni eisini hava verið.