Hann skal seta ólavsøkuna í morgin

Hann ivaðist í um hann skuldi siga ja, tá ið hann varð spurdur

Tað verður 54-ári gamla Hallur Holm, sum fær heiðurin at seta ólavsøkuna eftir skrúðgonguna oman á Vaglið seinnapartin í morgin. Hallur Holm er væl kendur ítróttarmaður. Hann er fyrst og fremst kendur sum rennari, men hann hevur eisini gjørt vart við seg í øðrum ítrótti.

 

Í samrøðu við ólavsøkublaðið hjá Sosialinum sigur hann, at tað verður spennandi at seta ólavsøkuna, tá ið hann varð spurdur um hann vildi átaka sær tað, var hann ógvuliga ivasamur.

 

Eftir hansara tykki er ólavsøkan fyri allar føroyingar og tí eiga tey í Havn at taka væl ímóti øllum gestum, sum koma til Havnar um ólavsøluna

 

Í røðuni ólavsøkuaftan, fer hann at tosa um samanhald og at ólavsøkan er fyri allar føroyingar. Í ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum er annars samrøða við Hall Holm.