Hann stóð altíð við sítt

Semjusøkjandi, umhugsin, treiskur og sálarliga sterkur. Tað er nøkur av lýsingarorðunum, sum aðalskrivarin hjá FSF setir á Torleif Sigurðsson

Í úti við 40 ár hevur Ísak Mikladal, sum nú er aðalskrivari hjá FSF, verið ein teirra, sum hevur arbeitt nógv saman við Torleif Sigurðsson.

- Vit komu at kennast longu í 1971, tá vit komu saman í kappróðrinum, har vit báðir róðu við Klaksvíkingi. Og hann var formaður í kappróðrarfelagnum, og sjálvur kom eg í nevndini stutt eftir hetta.

- Og vit komu sjáldsama væl útav tí, haldi eg. Vit vóru ikki altíð samdir, men tað at tú kanst tosa frítt um tingini ger ofta, at samstarvið verður betri, sigur Ísak.

- Eg loysti hann so av sum formann, tá hann gjørdist formaður í kappróðrardeildini hjá ÍSF, og seinni gjørdist hann eisini limur í dómsnevndini hjá Róðrarsambandinum. Eg gjørdist so eisini formaður í Róðrarsambandinum, og Torleif hevði alla tíðina samband við róðurin, so vit høvdu alla tíðina eitt samstarv. Tann sessin røkti hann eisini í fleiri ár, samstundis sum hann var formaður í FSF, men vit býttu so aftur um, soleiðis at eg gjørdist formaður í dómsnevndini. So vit hava líka sum fylgst allan vegin.

Fyrsta ferðin, at samstarvið eisini fevndi um fótbóltsøkið, var til oyggjaleikirnar í Føroyum í 1989.

- Torleif spurdi meg, um eg ikki kundi hjálpa til við at skipa fyri tí, sum var í Klaksvík og her á leiðini, sum hevði við fótbóltinum at gera. Og tað haldi eg gekk mikið væl. Nú kendi eg eisini væl menn sum Kristian Olsen og aðrar, sum sótu tá. So eg var nóg so nær umhvørvinum.

- Torleif var eitt øgiliga gott og nemt menniskja at arbeiða saman við. Sjálvandi kundi hann vera eitt sindur egin viðhvørt, men eg haldi, at vit høvdu ein serligan stíl. Eg spurdi hann til dømis ongan tíð um mál, sum høvdu verið fyri á nevndarfundum ella øðrum øðrum høpi-. Var tað okkurt, sum hann fyrst vildi hugsa um sjálvur, so gjørdi hann tað, og so kundi hann gott koma við tí nakrar vikur seinni. Tá hann helt tey vera búgvin at tosa um.

- Vit høvdu í so máta eitt ógvuliga gott prát um alskyns viðurskifti. Og so seint sum mánadagin seinnapartin var hann á gátt her á skrivstovuni. Tað var so tað seinasta, sum eg sá til hansara, og fyri mítt viðkomandi má eg siga, at Torleif var tann størsti vinurin, sum eg nú misti.


Leitaði altíð semjuna

Hóast hann gjøgnum árini hevur verið i mongum vási, so var Torleif sjáldan tann, sum gjørdi so øgiliga nógv um seg. Sjálvur stóð hann sjáldan í fokus, tá úrslitini komu, og í so máta verður hann oftani mettur sum maðurin, ið dugdi serstakliga væl at samskipa tað arbeiðið, sum skuldi gerast.

Men umframt hetta heldur Ísak Mikladal, at Torleif eisini hevði serstakliga góð evni at finna tær semjur, sum kundu røkkast.

- Nógv hildu hann kanska vera eitt sindur ráðisligan. Men hann dugdi sera væl at síggja, hvørjar leiðir vóru gongdar at fara.

- Hann var sera viljasterkur. Og setti hann sær nakað fyri, so vildi hann eisini gjøgnumføra hetta.

- Yvir høvur dámdi honum best, at hann fekk hugsað seg væl um, áðrenn hann tók eina avgerð. Og tí var hann ógvuliga støðufastur, tá avgerðin var tikin. Og tí visti tú eisini altíð, hvar tú hevði hann.

- Og so var hann eisini ógvuliga avhildin uttan fyri Føroyar. Eg vil siga, at fólk vóru góð við hann á ein serligan máta, har vit vóru í altjóða høpi.

- Hann var kanska ikki tann, sum brúkti álbogarnar mest. Men tá hann bar nakað fram, so hevði hann orðið í sínari makt. Og tað varð lurtað eftir honum.

Og hetta eru nú ikki bara orð, sum aðalskrivarin ber fram. Í 2004 varð Torleif heiðraður við UEFA order of Merit í rubin, og tey, ið hava fingið hendan heiðurin, kunnu teljast á einari hond. Sjálvur hevði Ísak tá sent hugskotið til UEFA, og eftir viðgerð á hægsta stað varð gjørt av, at hesin heiðurin skuldi fella føroyska fótbóltsbossinum í lut.

- Tað bar so eisini við sær, at hann varð boðin við á allar UEFA-kongressir. Og eg minnist, nú vit vóru í Zagreb, at Torleif tók til, at tað var kanska ikki smart av UEFA, at slíkar heiðurslønir vórðu lætnar til somikið ungar menn sum seg. Men tá vistu vit sjálvandi ikki, hvat nú var í væntu, sigur Ísak.


Sterkur undir trýsti

Meira enn nakar, so gjørdist Torleif Sigurðsson ímyndin av føroysku altjóða luttøkuni. Sjálvur var Ísak ikki partur av Fótbóltssambandinum, tá fyrstu fetini vórðu tikin. Men hann leggur dent á, at hesi kanska als ikki vórðu tikin uttan Torleif.

- Tað gekk einki serligt við at fáa hesa viðurkenning, og tað ljóðaði, at danir lógu í buktini í so máta. Tá gjørdi Torleif ikki mætari enn at fara til DBU at vita, um tað passaði, at teir ikki vildu hava Føroyar á altjóða pallin. Svarið hann fekk var púrasta greitt, at tí høvdu danir einki ímóti, og soleiðis byrjaði Torleif at savna norðurlendskan stuðul til føroysku umbønina. Ein umbøn, sum eisini varð gingin á møti, tá fyrst UEFA og síðani FIFA limaðu Føroyar inn í altjóða selskapið.

Eitt var mótstøðan, sum Føroyar møttu á altjóða pallinum. Her heima var mótstøðan ikki minni, tí nógv hildu hetta vera óðamannaverk. Ein fatan, sum tó ongan tíð ávirkaði Torleif.

- Tað merkti hann slettis ikki. Eg haldi at hann bara hevði ta sannføring, at fólk fóru at síggja tað skilagóða í hesum, og tí tók sær als ikki av hesum atfinningum. Sjálvur legði hann størri dent á, at fíggjarligi parturin handan luttøkuna var í lagi, og hann var sera errin av, at tað gekk.

- Tí eftir fyrsta sigurin gjørdist trýstið øgiliga stórt um, at vit nú skuldu hava nógv størri aktivitetir. Her tosaði hann støðugt um, at vit ikki máttu leypa framav, og tað eydnaðist honum eisini at halda fast um hetta.

- Og hetta vísir eisini, hvussu sterkur hann var sálarliga. Eg haldi ongantíð, at tað ávirkaði hann nakað sum helst, um trýst var uttanífrá. Um nakað, so gjørdi tað hann bara sterkari.


Landsfaðir

Tá orð at enda skulu setast á týdningin, sum Torleif hevur havt fyri føroyskan fótbólt, heldur Ísak, at hann var at rokna sum ein landsfaðir.

- Hann gjørdist jú ímyndin av nýggju tíðini í føroyskum fótbólti. Og eg haldi eisini, at fólk vildu hava, at Torleif var við. Hann hevði ein savnandi leiklut, og huburðurin var líkasum, at var Torleif við, so gekk tað nokk.

- Og hetta sást eisini, tá hann varð biðin um at koma í formanssessin í KÍ, tá tey vildu skapa stabilitet í felagnum. Og tað má sigast, at tað var stórsinnað av Torleif at taka tað fetið, tí tað er sjáldan, at tú sært menn traðka eitt fet niður í so máta. Men hann vildi helst eisini, at KÍ skuldi koma fyri seg aftur.