Hann var heppin í óhappinum

Leygarkvøldið var ein maður fyri arbeiðsóhappi umborð á einum av skipunum hjá Eimskip, men so ótrúligt tað ljóðar, so slapp hann næstan púra snikkaleysur

Tað fellur ikki einum og hvørjum í lut at liggja í millum tvær bingjur og so slepp næstan snikkaleysur frá tí, minni enn so. Tað man heldur ikki verða nakað at ynskja eftir heldur.

Men so heppin var ein av arbeiðsmonnunum hjá Eimskip í Havn leygardagin.

Teir arbeiddu við at lossa tá hann brádliga lá ímillum tvær bingjur.

Ikki ein ynskistøða at vera í, og eftir tí sum løgreglan sigur frá, so sá støðan ikki út til at verða góð beint eftir óhappið.

Boð vóru send eftir sjúkrabilinum alt fyri eitt og hann var á staðnum eftir stuttari løtu.

Maðurin var síðani koyrdur á sjúkrahúsi, men har vísti tað seg, at hann hevði verið so ótrúliga heppin í óhappinum, at hann var næstan sloppin púrasta snikkaleysur.

Tó avgjørdu læknarnir at hava mannin liggjandi á sjúkrahúsinum til kanningar til dagin eftir.

Onkuntíð er gott at verða heppin?