Hann verður sitandi

Amerikanska stjórnin hevur roynt at forða fyri, at egyptin Mohamed ElBaradei slapp at halda fram sum leiðari í altjóða kjarnorkustovninum IAEA, men nú hevur Washington slakað.

Starvstíðin hjá ElBaradei er úti í summar. Hetta er annað skeið hansara í leiðarastarvinum, men ST mælti til, at hann skal halda fram. Bara USA ivaðist. Condoleezza Rice, uttanríkisráðharri, segði mikudagin, at eftir hennara tykki eigur ein leiðari ikki at sita í einum so týðandi starvi meiri enn tvey skeið, men hon legði afturat, at stjórnin í Washington hevur gjørt av at lata ElBaradei halda fram.

Mohamed ElBaradei er ikki so væl lýddur í Washington, tí hann hevur funnist at, at USA nýtti sera ivasamar upplýsingar sum grundarlag fyri álopinum á Irak. Sjálvur helt hann, at vápnaeftirlitsmenninir hjá ST áttu at fáa betri tíð til sínar kanningar í Irak.

Ein onnur orsøk til, at hann ikki er so væl umtóktur í Washington, er, at sambært amerikonsku stjórnini hevur ElBaradei ikki lagt nóg stórt trýst á leiðararnar í Iran fyri at fáa teir at sleppa kjarnorkuverkætlanini.