Hann vil hava eina skjóta avgerð um samgongu

Aksel V. Johannesen hevur góðar vónir um eina samgongu við Tjóðveldi og Framsókn

Aksel V. Johannesen er samráðingarleiðari - og hann er bjartskygdur

Í morgun eru Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn farin undir samráðingar um eina nýggja samgongu. Tað hendir eftir at samráðingarnar ímillum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin, og Framsókn, slitnaðu í gjár.

 

Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðarin sigur í tíðindunum á FM1 nú á miðdegi, at tá ið hann nú fer í samráðingar við Tjóðveldi og Framsókn, er tað tí, at hann hevur góðar vónir um, at tað fer at eydnast.

 

Fortreytirnar skuldu verið góðar, tí teir tríggir flokkarnir skipaðu samgongu frá 2015 til 2019 og tey hava eisini samstarvað væl í andstøðu síðani. Sostatt vita flokkarnir rættiliga væl, hvar pínumarkini hjá hvørjum ørðrum eru.

 

Men Aksel V. Johannsen sigur við FM1, at hann vil hava greiði á beinanvegin um hetta er ein gongd leið. Tí fara flokkarnir fyrst at samráðast um tey málini, har ósemjan er størst, tí finna flokkarnir ikki semju um tað, er einki endamál at halda fram, sigur hann.

 

Í hesum sambandi kann talan verða um at finna semju um ríkisveitingina og um yvirtøkur, tí bæði Tjóðveldi og Framsókn farin til val upp á at skerja ríkisveitingina og at yvirtaka málsøki.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at allar tingmanningarnar eru til staðar undir samráðingunum, men tað eru forfólkini, sum samráðast um tey truplu málini og so er ætlanin, at undirbólkar samráðast um onnur mál.

 

Hann sigur, at tey hava avtalað, hvussu samráðingarnar skulu skipast og tað eru tey samd um. Og fæst semja um tey truplu málini, verður farið undir ítøkiligar samráðingar um eina samgongu.

 

Aksel V. Johannesen er samráðingarleiðari - og hann er bjartskygdur