Tær báðar Hanna Dalheim og Fía á Reynatrøð hava dúgliga vaskað fyri Eystur kommunu í umleið 30 ár hvør. Í hesum sambandi var móttøka fyri teimum í gjár, har kommunan gav teimum eitt herðaklapp.
Hanna og Fía, sum báðar nú eru farnar frá vegna aldur, fingu hvør sín málning frá kommununi sum tøkk fyri drúgva tænastu. Málningarnar hevur kendi listamaðurin Sámal Toftanes hevur málað.