Hanna í Selvindi in memoriam

10. des. 1923 – 10. nov. 2007

Í Selvindi er aftur sorg

nú Hanna fór úr lon,

at finna fagra himnaborg,

at hitta mann og son


og fleiri við av síni ætt,

sum lagnan leiddi burt

til stað, sum oss er hægri statt,

at finna lívsins urt,


har Himin altíð opin er,

har sorg er handan sýn,

har Harrans hond so blíð oss ber

sítt steyp við lívsins vín.

---

Verð heilsað Hanna frá oss, væl

tú lýsti okkum leið,

tá blíð við øll í orð og tal,

í gleðisstund tú steig.

---

Vit ynskja tykkum troyst og frið,

sum lagnan aftur vond,

tók systir, mammu, ommu við

til ævinleikans lond.

Tit eiga øll úr heimi skatt

í minni og í vón

at stýra tykkar lívi rætt

til lívsland handan lón.


Úr heim’ tit eiga dygdir tær,

sum alsamt megi menna,

ið lív av nýggjum læa fær,

so vón í sorg tit kenna.

---

Í Selvindi er sorg í dag,

nú Hanna fer til síni,

sum hvíla friðsæl undir flag

í ævinleikans líni.

---

Hanna! Tú, sum boð nú fekk,

at skeið títt út var liðið,

tøkk fyri ferð, tú við oss gekk,

hvíl sæl í Harrans friði.



Unna & Petur Martin