Miss Galaxy
Fríggjakvøldið var Miss Galaxy kappingin í høllin á Hálsi í Havn. Heilt fá fólk sýndu tiltakinum áhuga við at møta upp í høllini, og tí var spenningurin ikki so stórur, tá luttakararnir langt um leingi komu fram á pallin.
Tað endaði við, at Hanna Dalsgaard av Argjum vann kappingina millum tær tríggjar føroysku genturnar. Hinar báðar vóru Tóra W. Reinert úr Havn og Sóley Ísaksdóttir Jacobsen, ið vann kappingina í fjør. Hvørgin teirra fullførdi forðarenningina, og tí var Hanna Dalsgarð sjálvsagdur vinnari.
Kappingin er soleiðis skrúvað saman, at tað snýr seg um at síggja gott út og samstundis at vera væl fyri kropsliga.
Miss Galaxy varð skipað soleiðis, at har vóru fimm útlendskir luttakarar og tríggir føroyskir. Tann fremsti samanlagt gjørdist Miss Galaxy Europe og tann fremsti millum teir føroysku luttakararnar gjørdist so Miss Galaxy Føroyar.
Kjólar og bikini
Fyrst skuldu genturnar vísa sínar dygdir í vøkrum veitslukjólum. Ein og ein komu tær út á pallin og vístu seg fyri áskoðarum og dómarum. Fyrst vóru tað tær fimm útlendsku genturnar og síðani tær tríggar føroysku.
Tað tyktist, sum at tær útlendsku høvdu roynt hetta oftari, og tí vóru tær heldur tryggari í síni framførslu á pallinum. Tó stóðu tær føroysku genturnar ikki langt aftanfyri hinar eftir mínum tykki.
Síðani skuldu tær vísa enn meira av kroppinum, og dómararnir skuldu døma um, hvussu væl snaraðar tær vóru. Hesuferð var tað í bikini. Tað sást greitt, at útlendsku genturnar vóru betri vandar kropsliga.
Tó var torført hjá einum óvandum hyggjara at taka dagar ímillum, hvør hevði lagt seg á odda eftir tvær tær fyrstu kappingargreinarnar. Einki fekst at vita frá dómarunum.
Síðani var tað forðarenningin, ið telur mest av teimum trimum greinunum. Her var eingin ivi um, at tann Sigurlína Guðjónsdóttir úr Íslandi var ógvuliga væl fyri. Hon fór sum eitt fok um allar forðingarnar og legði beinanvegin sjógv millum seg og kappingarneytarnar.
Sóley Ísaksdóttir Jacobsen, ið vann kappingina í fjør, var heldur ikki eiðasør í fyrra umfari av forðarenningini. Hon hevði eina góða tíð, men hon var tó ikki eins stinn og íslendska gentan.
Genturnar skuldu tvær ferðir ígjøgnum forðarenningina, og síðani vórðu tíðirnar lagdar saman. Vinnarin varð funnin við at meta um heildaravrikið í teimum trimum greinunum, har tær skulu síggja gott út og samstundis vera væl fyri kropsliga. Tó var tað úrslitið av forðarenningini, ið taldi mest, tá vinnarin skuldi finnast.
Áskoðararnir mundu ikki vera bilsnir av, at tann íslendska gentan vann kappingina. Hon var rættiliga sannførandi á forðarenningini, og tí mundi tað vera upplagt, at hon fór at vinna.
Bara ein fullførdi
Av teimum trimum føroysku gentunum var tað bara ein, sum kom ígjøgnum forðarenningina. Tóra W. Reinert gavst eftir fyrru renningina, tí hon fekk ein ringan skaða í ryggin. Hon kundi sostatt ikki halda á vegna skaðan, og tað var væl skiljandi.
Fyrrverandi meistarin Sóley Jacobsen fekk eina góða tíð í fyrra umfari av forðarenningini, men hon fullførdi ikki seinna umfar. Miðskeiðis á breytini tók hon seg aftur og helt ikki fram. Tað var stórt spell, tí tað gav dómarunum einki annað val enn at kjósa Hannu Dalsgarð vinnara av Miss Galaxy Føroyar kappingini 2001.
Kappingin misti nógv, av at tær báðar valdu at taka seg úr kappingini, og spenningurin hvarv.
Í steðginum vóru teir báðir Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe á pallinum og undirhildu. Áhoyrararnir tóku væl ímóti teimum báðum skemtarunum, ið ikki hava latið frætt frá sær í longri tíð.
Suttligt var at síggja teir báðar aftur við nýggjum framførslum.
Sum heild eydnaðist tiltakið ikki serliga væl. Ógvuliga fá fólk høvdu leitað sær niðan í høllina á Hálsi, og tí var eingin stemningur í høllini, meðan kappingin fór fram. Kanska var tað ov kostnaðarmikið at sleppa inn, ella er hetta ikki rætta tíðin at hava slíka kapping. Kappingin var eisini nógv seinkað, og hon var ikki liðug fyrr enn ein tíma ov seint eftir skránni. Í fjør var høllin full, og spenningurin var í hæddini.
Onkur helt fyri eftir tiltakið, at tað besta við tí var skemtið.