Hanna var ættað av Kirkju, næstyngsta dóttir Sunnivu Elisabeth Zachariasen og Petur Paula Poulsen. Mamman, sum var dóttir Malenu Frederikku og S(ímun) M(ikal) Zachariasen, doyði av tuberklum, tá Hanna var 4 ára gomul. Hon fór tí til Klaksvíkar, har hon vaks upp hjá mammubeiggjanum Jógvani Zachariasen, lækna, og konu hansara Gudrun, sum var donsk. Jógvan flutti til Havnar, tá Hanna var 13 ára gomul. Har tók hann við sum amtslækni (nú landslækni).
Í 1938 fór Hanna til Danmarkar á húsarhaldsskúla. Longu sum smágenta í Klaksvík var hon komin at hitta kaldbaksdrongin Hanus við Høgadalsá. Tey giftust í 1939.
Sum so mangir aðrir føroyingar lógu tey innibyrgd í Danmark undir krígnum og komu tí ikki heimaftur fyrr enn í 1945. Føroyingar, sum noyddust at vera í Danmark krígsárini, komu nógv saman, og tey vinabond, sum vórðu knýtt har, vardu restina av lívinum. Tað er eisini at siga, at Hanus var ein av teimum føroyingunum, sum komu heim at agitera fyri loysing til fólkaatkvøðuna 14. september 1946. Hesir føroyingarnir ferðaðust um landið og mundu eiga ein stóran part av æruni fyri, at meiriluti varð fyri loysing.
Hanus gjørdist annar av teimum báðum fyrstu tjóðveldismonnunum á Tingi í 1950 og røkti tingmannastarvið í 24 ár út í eitt. Hann var eisini býráðslimur og borgarstjóri í høvuðsstaðnum og harumframt virkin vinnulívsmaður.
Hanna var dyggur stuðul hjá manninum í øllum hansara virki. Men hon var eisini sjálvstøðug kvinna, hevði sínar egnu meiningar. Hóast hon var komin væl til árs, tá føroyskar kvinnur fóru at stríðast fyri javnstøðu, tók hon av fullum huga undir við hesum stríði.
Eisini hevði hon gott mál, og tá Útvarpið fór at senda í 1957, sang hon nakrar sangir inn, sum síðani hava verið at hoyrt javnan.
Hanna og Hanus búsettust uppi við Sundsvegin í Havn. Har høvdu tey trøð, og teirra fagri og væl røkti urtagarður man hava frøtt mangt eyga.
Tey fingu fýra børn:
Hervør er útbúgvin hárfríðkanarkvinna, men hevur havt onnur arbeiði eisini, m.a. hevur hon verið til sjós. Eisini hevur hon verið limur í Vestmanna Bygdaráð. Hon er gift við Jógvani Durhuus, postmanni og fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni úr Vestmanna. Tey hava búð í Vestmanna, men eru í ferð við at flyta til Argir. Børnini hjá teimum eru Hanus og tvíburarnir Ásla og Ólavur.
Gestur er útbúgvin telegrafistur og var sjómaður, áðrenn hann fór at arbeiða á Posthúsinum, har hann fyri kortum hevði starvast í 25 ár. Hann er giftur við Karini Herdal, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, og tey eiga børnini Hanus og Turid Jóhonnu.
Guðrun er háfríðkanarkvinna og gift við Jóannesi Dalsgarð, stjóra á Húsalánsgrunninum. Teirra børn eru Óluva, Brandur og Rúna.
Úlvur er maskinmaður og arbeiðir á Sundsverkinum. Hann er giftur við Hildur Bendtsen, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur verið leiðari á Sjúkrasystraskúlanum. Døtur teirra eru Halla og Billa.
Hanna við Høgadalsá átti 18 langommubørn.