Hannefía er ættað úr Sørvági, dóttir til Elsebeth Mariu og Harald í Lágabø. Hon er elst av 9 systkjum. Hon misti pápan sum 19 ára gomul. Hetta var árið eftir ta tiltiknu ferðina, tá ið Coralia bjargaði manningini á Blithesone í ódnarveðri á Kappanum.Pápi hennara var kokkur á Blithesone, og fekk hann mein av túrinum. Tá hann doyði, vóru fleiri av børnunum undir skúlaaldur.
Hannefía fór sum ung til Suðuroyar at tæna og giftist við Mikkjali Frederik Hammer (nevndur Minnurin) av Hvítanesi á Tvøroyri. Hann var sonur Johannu og Julius á Hamri.Minnurin var 14 ára gamal, tá ið hann misti pápan. Hann var í miðjuni av níggju systkjum.
Minnurin var sjómaður øll síni ungu ár. Hann sigldi krígsárini við trolara og slupp. Var úti fyri hendingum av krígsávum, sum darvaðu honum so mikið, at hann rættuliga ungur legðist upp á land og arbeiddi har fyrifallandi arbeiði. Hann sigldi við Skálabergi, har svágurin, Kaj Johannesen, var skipari. Síðsta túrin var hann í 1959.
Hannefía og Minnurin fingu fimm børn, fýra dreingir og eina gentu: Harald Hammer, sum er giftur við Sonju Poulsen úr Fuglafirði, er elstur. Tey búgva í Syðrugøtu.Julius á Hamri Hammer giftist við Bergtóru Midjord úr Hvalba, har tey búsettust.Johannus Hammer giftist við Paulu Egilsnes úr Vestmanna. Tey búðu fyrst í Vági, og nú búgva tey í Sandavági.Einar Terji Hammer giftist við Hannemiu Jacobsen úr Vági. Tey búsettust á Hvítanesi á Tvøroyri.Yngst er Eydna, sum giftist Ingolfi Kjærbo úr Sumba. Tey búgva á Norðasta horni í Havn.
Hannefía passaði hús og heim, meðan maðurin var burtur. Seinni, tá børnini vóru eldri, fór hon at arbeiða í fiski. Í 1998 doyði fyrst tann næstelsti sonurin, Julius, og góðan mánað seinni, maðurin.
Hannefía, sum framvegis er rímuliga væl fyri, eigur fleiri ommu- og langommubørn. Føðingardagin heldur hon hjá dóttrini í Havn, har tað er opið hús.