Ungi Hannes Agnarsson kom á vøllin í 66. minutti fyri Høgna Eysturoy, og hann gjørdi mun við at skora sigursmálið til 2-1, tá B36 spældi samlaðan javnleik 2-2 ímóti FC Valetta av Malta, har maltesiska liðið hevði marginalarnir við sær, og vann seg víðari í Champions League undankappingini uppá eitt mál skorað á útivølli.
Hannes Agnarsson helt ikki, at dysturin í kvøld var strævnari enn ein effodystur. Hann er fegin um at hava skorað eitt mál í Champions League undankappingini, men harmast um, at tað ikki rakk til víðari luttøku.
Hannes Agnarsson skilur heldur ikki allar avgerðirnar hjá estiska dómaranum, Roomer Tarajev. M.a. fekk Hannes Agnarsson eitt gult kort, sum hann ikki klárar at finna nakra logiska orsøk til hví hann skuldi hava hetta gula kortið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við unga Hannes Agnarsson, sum verður spáddur at hava eina bjarta fótbóltsframtíð.