Hannes: Aldrin verið so skuffaður

FM1: Hannes Agnarsson fortelur um ikki at sleppa inn í Parkini, og framtíðina

##med2##

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri

 

Hannes Agnarsson skuldi kom á vøllin í seinna hálvleiki móti Danmark, men eitt mistak og forvirringur gjørdi, at skjóti vongurin als ikki slapp á vøllin.

 

- Eg havi aldrin verið so skuffaður. Fyrst at verða á veg inn og gleða meg til, fyri síðani ikki at sleppa inn, tí ein lítið mistak er gjørt. Tá fór eg at hugsa hví nú, og hví eg, sigur Hannes Agnarsson.

 

Hann er í dag komin so mikið yvir hendingina, at hann er til reiðar at tosa um hana. Hannes Agnarsson verður ikki at síggja í føroyskum fótbólti komandi ár, tí hann skal niður at lesa medisin.

 

- Eg ætlaði upprunaliga, at lesa og so hugna mær við fótbólti við síðuna av, men seinastu tveir mánaðirnir hava givið mær eina motivatión, sum eg ikki havi havt í eina tíð. Nú fari eg at kanna møguleikarnar, fyri at kunna lesa og spæla fótbólt á hægri stigi, sigur Hannes Agnarsson.

 

Hann ætlar sær ikki, at vantandi innskiftingin skal verða tað seinasta, sum vit síggja frá honum á landsliðnum.

 

##med##