Hannes rennur í fótasporunum hjá Óla Johannesen

Hannes Agnarsson royndarvenur við donskum felagi, sum hevur havt Óla Johannesen í hópinum

Mynd: (Álvur Haraldsen) David Alaba úr Real Madrid móti Hannes Agnarssyni í landsdystinum millum Føroyar og Eysturríki

Hannes Agnarsson skal í dag spæla venjingardyst fyri Hvidovre móti ongum minni enn FCK. Føroyski landsliðsspælarin er farin til Danmarkar í lestrarørindum, men við landsliðsúttøkuni kom ein áhugi at halda fram við fótbólti á høgu stigi.

 

Bolt.fo skrivar nevniliga í dag, at Hvidovre skrivar at føroyski landsliðsspælarin skal spæla við í dag móti FCK. Við hesum, so gongur hann í fótasporunum hjá millum annað fyrrverandi liðskiparanum á landsliðnum, Óla Johannesen. Hann spældi við felagnum í frá 2001 til 2004, og var eisini í Føroyum til ein ólavsøkudyst við Hvidovre.

 

Hannes Agnarsson hevur verið illa plágaður av skaðum seinnu árini, men í fjør fekk veruliga sítt gjøgnumbrot, og fekk sínar fyrstu landsliðsminuttir.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) David Alaba úr Real Madrid móti Hannes Agnarssyni í landsdystinum millum Føroyar og Eysturríki