info
Ongi úrslit

Hannes vil hava gylta uppreisn

Løgmansfinalan 2024: Hannes Agnarsson droymir seg aftur til finaluna í 2018

Tróndur Arge
30. oktober 2024 kl. 11:46

Leygarkvøldið verður Løgmansfinalan, sum er millum grannarnar B36 og HB. Fyri kvika spælaran hjá B36, Hannes Agnarsson, er talan um fjórðu steypafinaluna.Tvær ferðir hevur hann spælt ímóti NSÍ, og hetta verður aðruferð, at hann fer at spæla steypafinalu ímóti HB.

- Tað verður ikki størri enn ein steypafinala, slagið um Havnina og ein rúgva av áskoðarum í einum og sama dysti. Hetta er eisini ein gyltur møguleiki at fáa uppreisn ímóti HB, sum vit ikki hava vunnið á í longri tíð. Og so kann eg heldur ikki lata vera við at droyma meg aftur til søguligu steypafinaluna í 2018. Hesaferð ætla vit eisini at fáa eina søguliga løtu á Tórsvølli, uttan at tað skal vera eins dramatiskt, sigur Hannes Agnarsson í samrøðu við B36.

Hann heldur, at kenslan er góð í hópinum. Spælararnir eru spentir, og huglagið og venjingarnar eru merktar av tí sama.

- Allir vilja vísa seg frá sínari bestu síðu og vilja sjálvandi sleppa at spæla finaludystin. Vit halda eisini, at gongdin hevur verið góð seinastu tíðina. Nøkur fótmistøk hava verið á vegnum, men vit hava víst gott spæl og góðan hugburð, og tað fara vit at taka við okkum á Tórsvøll, sigur hann.

Kappingarárið 2024 lagaði seg ikki so, sum spælararnir og felagið annars høvdu ætlað. Tað rakk til eitt fimta pláss í heimligu kappingini, og úrslitini í Evropa vóru heldur ikki so góð, sum tey onkutíð hava verið.

- Í spælarahópinum eiga vit allir ein part av misjøvnu úrslitunum, men vit kenna tað framvegis so, at vit hava als ikki avrikað tað, sum vit eru førir fyri. Vit skylda bæði okkum sjálvum og serliga øllum fólkunum í felagnum at enda kappingarárið virðiliga, og tað gerst bara við at vinna gullið heim í B36-húsið, sigur Hannes Agnarsson í samrøðu við B36.

Løgmansfinalan verður leygarkvøldið klokkan 19.

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

Í gjár kl. 13:35

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Føroyar við í norðurlendskum útboði um veðurlagstilbúgving

4 minuttir síðan
Tíðindi

Hvussu eru føroysku firðirnir broyttir?

5 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Dómari úr Finnlandi til dystin Slovakia-Føroyar

43 minuttir síðan
Tíðindi

Frá grafikkortum til AI-stjørnu: Nú er Nvidia-stjórin undir trýsti

1 tími síðan
Tíðindi

Jólasøla verður í Verkhúsinum Virkni hetta vikuskiftið

1 tími síðan
Tíðindi

Jarðfeingi bjóðar út keyp av 150 tonsum av CO₂

2 tímar síðan
Tíðindi

Kunnu fáa danska hjálp at finna út­lendsk­ar í­leggj­arar

3 tímar síðan
Tíðindi

Borgarstjórar um­røddu Suður­oyar­tunn­ilin og Smyr­il við løgmanni

3 tímar síðan
Tíðindi

Bilur fór á glið og rakti mótkoyrandi bil

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggja blaðið er tókt á netinum

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vann THW Kiel seg í steypafjórðingsfinaluna

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Jákup B fegnast um at vera við landsliðnum aftur

11 tímar síðan