Fríggjadagin letur Hanni Bjartalíð upp framsýning í teinprenti á Skálatrøð í Havn Heildin er fjølbroytt, men øll verkini hava sín heilt egna, serstaka ráa og poetiska dám. Træstandmyndirnar eru vakrar, fullar av mótsetningum millum góðvarni og medvit, millum tað autentiska heimagjørda og tað, ið funnið er ready-made. Hanni Bjartalíð býr í Finnlandi.
Hann hevur javnan havt framsýningar heima í Føroyum og í hansara nýggju verkum kenna vit aftur strikuna og ta næstan barnsligu orkuna í tekningum av menniskjum, djórum, skøltum og øllum millum himmal og jørð. GULLNÁM eitur framsýningin eftir eini lítlari fínari mynd hjá listamanninum og heitið tykist hóskandi nú Hanni Bjartalíð hevur rakað við eina listarliga gullæðr, skrivar Kinna Paoulsen m.a. í lýsing síni av framsýningini, sum verður hangandi fam til 26. mars.