Hóast hann í seinastuni hevur verið heilsuveikur, lá hansara lutur ikki eftir. Hann hevur verið virkin í tí dagliga bygdalívinum á Kirkju. Leygardagin, júst sum hann var heim aftur komin av rættini, har teir høvdu givið seyðinum heilivág, bórust deyðsboðini brádliga.
Hans David er føddur á Kirkju 30. januar í 1924. Hann var sonur Gullak Matras og Karolinu. f. Zachariasen. Tey vóru bæði ættað av Kirkju. Hans David var giftur Dortheu, f. Højsted úr Funningi, og áttu tey tríggjar døtur og ein son. Hans Dávid tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1954 og var lærari í Haldórsvík 1954-62, einalærari í Funningi 1962-66 og lærari í Klaksvík 1966-88. Hann legði frá sær sum lærari 31. august 1988.
Hans David Matras gjørdist einkjumaður fyri nøkrum árum síðani, og tá flutti hann aftur til heimbygdina, har hann m. a. fekst við at rannsaka í tí nógva skrivaða tilfarinum, sum liggur eftir forfedrarnar á Kirkju.
Tað kann av røttum sigast um Hans David, at hann var eitt mentafólk. Hann hevur altíð borið orð fyri at vera sera áhugaverdur, m. a. við stóra áhuganum fyri gransking í søgu, og hann dugdi væl at siga frá, hann visti nógv um ætt og ættargransking, og hann hevði so avbera gott minni.
Pápi Hans David, Gullak Matras, var handilsmaður á Kirkju. Hann doyði í 1947, og tá tók Hans David við handlinum, sum hann rak fram til hann fór á læraraskúla. Mamman, Karolina, var lærarinna, men hon gavst í starvinum í 1930. Eftir at hon var vorðin einkja, flutti hon til Havnar, har hon búði hjá dóttrini, Bergtóru, úti í Grønlandi. Karolina Matras doyði í 1969.
Hans David Matras var stillførur og lítillátin maður, men hann hevði sínar meiningar, og tá hann segði nakað, so var tað altíð væl umhugsað og beinrakið.
Hans David var deknur á Kirkju. Nú guðstænasta skuldi vera á Kirkju páskadag var prestur komin út í oynna, og tá hann doyði páskaaftan, var skipað var fyri minningarhaldi í heiminum, har bygdafólkið var savnað at sýna Hans Davidi seinasta heiðurin á oynni.
Hans David verður borin úr Christianskirkjuni í Klaksvík í dag.