Hans Eiler fríkendur

Presturin Hans Eiler Hammer er fríkendur fyri allar ákærur, eftir at málið um, at hann skuldi hava sent ágangandi sms-boð til dóttir sína var fyri í rættinum. Fyri einum ári síðani kom presturin Hans Eiler Hammer í yvirskriftirnar, tí hann varð skuldsettur fyri at hava sent ópassandi sms-boð til dóttir sína. Hetta hendi í Noregi, har hann var prestur.

Løgreglan, sum kannaði málið, vildi geva Hans Eileri bót á 10.000 krónur, men Hans Eiler noktaði at gjalda hesa bót, tí hann tvíhelt um, at hann hevði einki skeivt gjørt.

Tí kom málið fyri rættin í Øst-Finnmark, og í gjár fall dómurin. Hans Eiler Hammer var fríkendur í øllum ákærum.

- Tað fyrsta, sum eg gjørdi, var at klemma dóttir mína. Hetta málið hevur tyngt hana sera nógv, sigur Hans Eiler Hammer við blaðið VG.

Hann og familjan búgva nú í Føroyum, og Hans Eiler viðurkennir, at málið hevur verið sera hart fyri tey.

- Hetta hevur verið eitt reint helviti - líka frá byrjan og til nú. Hetta hevur verið tyngjandi fyri alla familjuna. Og tað hevur kostað okkum nógv ? eisini fíggjarliga og við at vit máttu flyta úr Noregi, sigur hann.

Hans Eiler Hammer sigur, at hann nú umhugar at reisa eitt endurgjaldskrav ímóti norsku myndugleikunum.

- Vit hava mist eina hálva millión krónur av hesum málinum, og mítt navn og umdømi varð sett upp á spæl. Eg fari at tosa við mín advokat um, hvussu vit koma víðari, sigur hann við VG.