Hans Eiler Hammer, sum millum annað er fyrrverandi sóknarprestur í Klaksvík, hevur nú aftur fingið starv sum prestur.
Í 2013 var hann prestur í Nesi, men tað var eitt farloyvisstarv. Seinastu tíðina hevur hann starvast innan bussvinnuna. Fyri einum lítlum ári síðani seldi hann tó fyritøkuna Hammer Shuttle. Hann gavst endaliga sum bussførari fyrr í vikuni, men í dag kunnger presturin á facebookvanga sínum, at hann nú hevur fingið nýtt starv sum prestur.
Leiðin gongur nú til Syv-Ørsted-Dåstrup pastorat í Roskilde sókn. Hann tekur við starvinum 1. august.
- Eg gleði meg at taka við starvinum og ikki minst at gera tað, eg elski mest av øllum, at bera fólkum gleðiboðskapin. So um tit eru í nánd, so vita tit, hvar kaffi er at fá, skrivar Hans Eiler Hammer.