Føroyska A-landsliðið í manshondbólti er farið undir ferðina til Montenegro við einum manni í undirtalið.
Nógv á liðnum hevur verið bygt upp um stóra profilin, Peter Krogh, men tað eydnaðist honum ikki at koma við til dystin í Montenegro mikudagin.
Orsøkin er, at sterki bakkurin væntar at gerast pápi fyrsta dagin, og unnustan hevur nú gingið eina viku út um tíðina, ið var sett.
Sonni Larsen, landsliðsvenjari, sigur at hann hevði vónað, at Peter Krogh kundi koma við, og hevur tí bíðað leingi við at finna ein avloysara fyri hann. Men nú er landsliðið farið undir ferðina, og tað er greitt at profilurin ikki er við.
Tí er Hans Eli Sigurbjørnsson úr KÍF í evstu løtu kallaður inn, og hann ferðast í hesum løtum einsamallur móti Podgorisa í Montenegro, har hann hittir liðfelagarnar.
Kollfirðingurin var upprunaliga bert úttikin til dystin móti Danmark leygardagin, men var sjálvskrivaður á vinstra bakki, tá ið Peter Krogh mátti geva avboð.
Landsliðið er í løtuni ávegis til Podgorisa, har dysturin móti Montenegro verður leiktur mikudagin klokkan 16.30 føroyska tíð.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.