Hans Engell: Alt bendir á fólkatingsval í heyst

Klokkan 11 í morgun byrjar nýggja fólkatingsárið. Tá fer Lars Løkke Rasmussen at seta fólkatingið.

 

Nógv hevur verið at hoyrt um fólkatingsval seinastu tíðina – serliga eftir at samráðaingarnar um 2025 ætlanina hjá stjórnini tykjast verða rendar fastar.

 

Anders Samuelsen úr Liberal Alliance vil ikki ganga frá kravinum um, at toppskatturin skal lækka 5 prosent hjá øllum, eisini hjá teimum, sum tjena yvir eina millión. Men tað vilja eingir aðrir flokkar, hvørki teir reyðu ella teir bláu.

 

– Lars Løkke Rasmussen fer ikki at skriva út fólkatingsval í dag. Tað er púra vist, men fólkatingsval verður uttan iva skrivað út innan tær næstu tveir mánaðirnar, sigur Hans Engell, politiskur viðmerkjari, tá in.fo hittir hann í telefonini av Christiansborg í morgun.

 

Søren Espersen úr Dansk Folkeparti sigur við Danmarks Radio í morgun, at tey fara ikki at samráðast um 2025 ætlanina, um Liberal Alliance ikki gevur seg:

 

– Var eg Lars Løkke Rasmussen, so hevði eg skrivað út val í dag. Beint eftir setanarrøðuna – staðfestandi, at hetta vit koma ikki víðari, segði Søren Espersen.

 

Í Danmark hevur ofta verið stutt millum fólkatingsvalini. Í sjeytárunum var fólkatingsval annaðhvørt ár, men seinastu árini hevur fólkatingið sitið í útvið fýra ár. Tað kemur ongantíð fyri, at fólkatingið situr í samfull fýra ár, tí fólkatingsvalið verður altíð útskrivað í minsta lagi nakrar mánaðir fyri seineastu freist.

 

Seinast nýval varð skrivað út árið eftir fólkatignsval var í 1988.