Í nýggju nevndini eru:
Hans Joensen, formaður
Malan Á Dul Nielsen, næstforkvinna
Fróði Ólason Olsen
Mona Breckmann
Birgir Nielsen
Birgir Nielsen, sum nú er einasti býráðslimur Fólkafloksins, var eisini í gomlu nevndini, sum legði frá sær fríggjadagin í sambandið við órógvið í Fólkaflokkinum.
Inga Dahl og Jógvan Poulsen eru varalimir.
– Nýggja nevndin í Havnar Framburðsfelag vil nýta høvið at takka fyrverandi nevndini og formanni floksins, Christiani Andreasen, fyri teirra arbeiði.
– Eitt sera týdningarmikið løgtingsval stendur fyri framman, og tí verður fyrsti uppstillingarfundurin longu hósdagin 17. november kl.20.00 á 62N Hotel, skrivar Havnar Framburðsfelag í Facebook í kvøld.