Hans Fróði Hansen til Sogndal

Fótbóltur: Hb hevur selt 24 ára gamla leirvíkingin til norska felagið, sum við hesum hevur tríggjar føroyingar í leikarahópinum

Hálvan november verða føroyingarnir í Sogndal tríggir í tali. Julian Johnsson og Kurt Mørkøre eru har frammanundan og nú hevur norska felagið eisini gjørt sáttmála við 24 ára gamla leirvíkingin um at hann skal spæla við teimum tey næstu tvey árini.

Fyri tey flestu kann tað kanska tykjast sum eitt stig niður eftir stiganum, at Hans Fróði nú leggur leiðina til næstbestu deildina, men soleiðis sær hann tað ikki sjálvur.

? Avgjørt ikki. Fyri tað fyrsta er talan um eitt ótrúliga væl skipað felag og fyri tað næsta eru umstøðurnar í felagnum heilt einastandandi góðar, sigur Hans Fróði Hansen.

Hann hevur heldur ikki slept ætlanunum um at sleppa til Onglands at spæla fótbólt, og tað er í veruleikanum ein av teimum heilt stóru orsøkunum til at hann nú fer til Noregs.


Gerry Francis gav ráðini

Fyri tveimum mánaðum síðani var Hans Fróði í Onglandi og royndarvandi við Queens Park Rangers, og tá fekk hann tey ráðini, at hann skuldi finna sær eitt felag í Noregi, har hann skuldi »akklimatiserast« til ensk viðurskifti.

? Bretar hyggja næstan bara at norskum fótbóltsleikarum heldur enn donskum, tí norsku leikararnir hava tann rætta hugburðin til fótbóltin. Tað hava danir eftir øllum at døma ikki, sigur Hans Fróði.

Sogndal hevur gjørt eina samstarvsavtalu við Norwich og í tí sambandi var ein bólkur úr Norwich og vitjaði í Sogndal júst um tað mundi, sum Hans Fróði var har. Hans Fróði hitti onkran teirra, og teir høvdu júst somu fatan av norskum fótbólti, sum Gerry Francis vísti á, og tað styrkir leirvíkingin í trúnni um at hann ger rætt.


Gott samband úteftir

Tað var við hesum í huga, at hann við framúr góðari hjálp frá HB og Jákupi í Stórustovu fór til Noregs at royndarvenja.

? Sum sagt er Sogndal ikki bara eitt felag í Noregi. Felagið samstarvar væl við fleiri feløg í Onglandi og tað, ætli eg, skal vera mín lopfjøl til bretsku fótbóltskappingina, sigur Hans Fróði.

Hann hevur eisini nakað at hava trúnna í, tí Sogndal hevur selt nógvar leikarar til Bretlands. Mest kenur man Tore André Flo vera, men fyri stuttum seldu teir Eirik Baggen til Leeds fyri ikki minni enn 40 mió. norskar krónur, so tað eru ikki smápengar í felagnum.

? Tað sigur heldur ikki so lítið um felagið, at teir júst hava gjørt eina venjingarhøll fyri heilar 59 mió. krónur!, sigur Hans Fróði, sum gleðir seg at flyta bústað og at royna nakað nýtt.


Venjarin spælt

við Blackburn

Sum nevnt, so er talan um eitt felag við góðum altjóða tilknýti. Umframt at hava gott samstarv við feløg í Bretlandi, so hevur Sogndal eisini bretskan venjara. Hann eitur Mike Spears og hann er heldur ikki hvør sum helst í fótbóltshøpi, tí hann hevur spælt við Blackburn og Sheffield United í brestku kappingini.

Men væntar Hans Fróði at hann fær trupult at klára seg í kappingini í Sogndal?

? Nei tað eri eg ikki bangin fyri. Eg ætli mær fast pláss á liðnum, og eg ætli mær at gera mítt til, at Sogndal aftur verður at finna í bestu norsku deildini eftir næsta kappingarár, sigur Hans Fróði, sum gleðir seg til at verða liðfelagi við Julian Johnsson og Kurt Mørkøre.

Hans Fróði sigur, at teir í Sogndal eru í ferð við at styrkja sær liðið á ymsum plássum, og at teir skulu hava enn ein miðvallarleikara og ein áleypara, áðrenn farið verður undir at klintra upp í Tippeliguna.

Men væntar tú, at tú fært enn ein føroyskan liðfelaga?

? Nei, tað vaænti eg ikki, tí felagið er sera vakið um tær skyldur tað hevur í økinum kring Sogndal. Tað ber ikki til bara at fáa leikarar uttaneftir til felagið, og tað eru leiðararnir í felagnum púra greiðir yvir, og tí vænti eg tað ikki.

Men hví heldur Hans Fróði, at Sogndal nú knappliga er fara at hyggja so nógv eftir føroyingum at teir hava fingið tríggjar í felagið?

? Eg rokni við at tað er tí, at vit passa inn í teirra spælistíl, at vit vilja vinna og at vit hava tann rætta hugburðin til arbeiði. Harafturat kemur so eisini tað, at føroysku leikararnir eru bíligir at fáa hendur á, og tað spælir sjálvandi eisini inn, sigur hann.


Takk til HB

Tað verður um hálvan november, at Hans Fróði pakkar ognarlutir sínar og fer til Noregs.

Tá byrjar venjingin og fyrireikingarnar til næsta kappingarár, sum kortini ikki byrjar fyrr enn í marts mánaði næsta ár.

? Ja, men vit skulu venja og spæla dystir, so tað ræður um at byrja tíðliga, sigur Hans Fróði, sum leggur afturat, at hann fær jólafrí frá 17. desember til 3. januar.

Men áðrenn Hans Fróði nú stingur í sekkin í HB hevur hann eina seinastu heilsu at bera felagnum og teimum sum ráða fyri borgum har.

? Nevndin og leiðslan í HB hava veitt mær ótrúliga stóran stuðul í mínum royndum at sleppa uttanlands at spæla. Teir hava ongantíð sett seg upp ímóti mínum ynskjum, men hava heldur stuðla mær at fáa møguleikar at royndarvenja, og nú sáttmáli skuldi gerast, hava teir verið hjálpsamir og skiljandi, heldur enn at teir hava lagt forðingar í vegin fyri at eg kundi gera sáttmála við norska felagið, sigur Hans Fróði Hansen, sum kortini ikki ætlar sær at vera í Noregi longur enn tvey ár.

? Eg vil til Onglands at spæla og ætli at steðgurin í Noregi bara skal vera eitt stig á vegnum, sigur Hans Fróði Hansen at enda.