leikaraskifti
Tað hevur verið ein søga av teimum heldur drúgvu, nú Hans Fróði Hansen endaliga hevur fingið staðfest sítt loyvi at spæla við íslendska Fram.
Longu í heyst søgdu vit her í blaðnum, at Hans Fróði saman við Fróða Benjaminsen var ávegis til íslendska Fram, men at byrja við vórðu hesar søgur tó avsannaðar.
Seinni gjørdist talan til samráðingar millum B68 og Fram, men hóast leikararnir báðir fyri góðum mánaði síðani fóru til Íslands, so hevur gingið striltið við spæliloyvinum hjá Hans Fróða.
Sum skilst, so var orsøkin fyrst og fremst, at B68 vildi hava nøktandi trygd fyri pengunum, sum teir skulu hava.Og fyrr enn hetta varð gjørt, vildu teir ikki útflýggja nakað spæliloyvi.
Á heimasíðuni, www.b68.fo, verður nú staðfest, at spæliloyvið varð sent Fram í seinastu viku. Við heimasíðuna sigur Niclas Davidsen, formaður í B68, at talan var um formalitetir, sum teir vildu hava upp á pláss, men at hesir nú eru avkláraðir.
So eftir eina bíðitíð upp á nærum hálvt ár, er nú endaliga greitt, at Hans Fróði Hansen fer at spæla við Fram hetta kappingarárið.