Hans Fróði og Julian verða uttanfyri

Kurt Mørkøre verður í morgin einasti føroyingurin á liðnum hjá Sogndal. Mánadagin verður tað greitt, um Hans Fróði verður við í uppflytingardystunum, ella um hann er liðugur í Sogndal

Fótbóltur


Seinnapartin í morgin fara áskoðararnir í Sogndal at fagna teirra spælarum fyri, at teir hava ognað sær bronsukrónurnar í næstbestu norsku deildini.

Dysturin ímóti Kjelsås hevur ongan týdning fyri endastøðuna hjá Sogndal. Tað er greitt, at teir skulu spæla um eitt pláss í bestu deildini. Tá dystirnir í bestu deildini eru av seinnapartin í morgin verður greitt, hvat lið fer at enda á triði aftasta plássinum í bestu deildini og harvið hvat lið skal spæla ímóti Sogndal.

Í morgin verður Kurt Mørkøre í álopinum hjá Sogndal. Kurt var leikbannaður, tá Sogndal síðsta sunnudag vann á útivølli ímóti Raufoss. Í morgin verður Julian Johnsson leikbannaður. Hans Fróði Hansen var skaddur síðsta sunnudag, og tað er greitt, at hann heldur ikki verður við í morgin.


Liðband plágar

Fyrri uppflytingardysturin verður longu mikudagin, og tann seinni verður leygardagin í komandi viku. Ivaleyst verða bæði Kurt Mørkøre og Julian Johnsson við í teimum dystunum. Støðan hjá Hans Fróða Hansen var í gjár meiri ivasom:

? Tað er ytra liðbandið í øðrum fótinum, sum er eitt sindur leyst. Eg havi ikki vant saman við liðfeløgunum, síðani vit komu aftur úr Sveis, men eg havi vant fyri meg sjálvan. Mánadagin skal eg til kanningar hjá læknanum. Tá verður avgjørt, um eg skal spæla í uppflytingardystunum. Eg fari bara at spæla, um skaðin verður burtur, so nú fáa vit at síggja, sigur Hans Fróði Hansen.

Skaðin kom undan fráferðini til Sveis. Landsliðslæknin og fysioterapeuturin arbeiddu alla tíðina við skaðanum. Undan dystinum roknaði Hans Fróði ikki við, at hann fór at spæla allar 90 minuttirnar. Men so varð Jens Kristian Hansen rikin av vøllinum, og tí bar tað illa til at skifta hin eftiransaran í miðverjuni út:

? Eg hevði nógva pínu, og tað var ikki serliga stuttligt, men tað eydnaðist at vera við alla tíðina. Eg haldi ikki, at skaðin gjørdist verri av landsdystinum. Men hann hevur verið so mikið meinur, at eg havi ikki fingið vant og spælt, og tað fari eg heldur ikki at gera í morgin. Um fótbóltsárið er liðugt, ella um eg sleppi upp í part í uppflytingardystunum verður avgjørt mánadagin, segði Hans Fróði Hansen í gjár.

Skaðin kann hava við sær, at Hans Fróði ikki fer at spæla aftur við Sogndal IL. Avgerðin um tað verður tikin mánadagin. Tað er í hvussu so er greitt, at Hans Fróði flytir til Føroya, tá uppflytingardystirnir um eina viku eru fingnir frá hondini.