Hans Fróði vil verða Hugh Hefner

Tað sær út til, at spenningurin kring Hans Fróða Hansen ongan enda fær. Nú boðar fyrrverandi fótbóltsspælarin og stovnarin av Below Your Belt frá, at hann í næstum fer at átaka sær leiklutin sum Norðurlendski Hugh Hefner.

 

Hans Fróði sigur á nýggjari heimasíðu, at tíðin er farin frá, at Hugh Hefner og hansara playboy kaninir eru ímyndin av vøkrum kvinnum. Nú skal tað verða Hans Fróði "of Scandinavia" og hansara damur, sum ímynda vakurleikan.

 

Hans Fróðs skrivar á heimasíðuni, at hansara boð uppá eitt "playboy mansion" skal verða eitt hús fyri nýmótans kvinnur, sum kunnu práta við menn um politikk, gera ein góðan drykk og baka feittfríar køkur.

 

Fleiri rúm skulu verða í húsinum, ið hvørt hava sítt tema. Enn vil Hans Fróði ikki siga hvørji tema verða at síggja, men hann lovar, at allir menn vilja hava eina innbjóðing til húsið.

 

Les meira á www.hansfhansen.com