Nú er Hans aftur ein glaður maður, ongin pína onki stríð og strev, nú er tú heima hjá teimum kæru sum undan tær eru farin.
Ikki vardi tað meg, at tú skuldi fara so bráðliga, men eg veit eisini, at Gud hevur spart teg, og tað er ein uggi fyri okkum, sum eftir sita, nú tú fór um sýnina.
Tú var mær ein góður mammubeiggi, altíð klárur at hjálpa mær, eg skuldi bara nevna tað fyri tær, sjálvt um eg visti, at tú ikki altíð timdi/orkaði so væl, segði tú ikki nei.
Teir allar fyrstu barnaskógvarnar sleit tú upp saman við syskjum tínum á Langasandi, so fluttu tit suður til Skálavíkar, tá var tú bert 8 ára gamal. Skjótt bleiv tú Skálvíks maður og var skálvíksjingur um ein háls, vinir hjá tær ringdu ofta niður til tín, meðan tú var staddur á sjúkrahúsinum hesa tíðina, og aftan á óðnarveðrið, sum herjaði um oyggjarnar í novembermánaði, visti tú betri enn eg, hvat var farið og ikki, tí at tínir góðu vinir vildu, at tú skuldi fylgja við, hvat hendi har heima.
Ungur var tú, tá tú fór úr at sigla, tað tær dámdi allarbest, hóast nógv seta teg í samband bilin á Mølini, sum tú koyrdi í fleiri ár. Tú kom illa til skaða í beininum við fleiri brotum, men tú yvirtók bilin og hevði hann sjálvur í nøkur ár.
Síðani fór tú so út aftur at sigla, tú sigldi í fleiri ár við Skansatanga, til tú í 90’unum gavst at sigla. Helst er tað tá, tað byrjaði at bila við heilsuni hjá tær.
Tað handaliga lá sanniliga ikki eftir teg, var tað ein umvæling av einum hvørjum slagi, dugdi tú, ikki bara at gera tað, men eisini at forklára, hvussu onnur skuldu gera, eisini ungdómurin flokkaðist inni hjá tær, har teir dámdu væl.
Eg eri ótrúliga glað fyri, at eg kundi verða saman við tær teir síðstu dagarnar á Ríkissjúkrahusinum, tað var deiligt at síggja teg aftur, tú sá so fittur út tá tú stóð og bíðaði, til eg kom á sjúkrahúsið tann dagin, eg kom niður.
Vit høvdu nakrar hugnaligar dagar har, dagin fyri tú fór, vóru vit ein túr niðri í forhøllini, men nógvi vindurin gjørdi, at vit ikki hættaðu okkum útum. Hesir hugnaligu dagar flugu avstað, men vit fingu prátað, flent, og tú fekk fortalt um alt byggjaríið, sum var farið fram rundan um har, meðan tú hevði verið har.
Allatíðina helt tú vónini uppi hjá okkum, at nú gekk frammá, sjálv nú tá tú hevði fingið at vita, at tú skuldi missa beinið, fortaldi tú fyri mær um mannin, sum fór til útróðrar bert við einum beinið.
Nakrar ferðir hava vit bæði verið í Danmark í sjúkraørindum. Sjálvt um tað hevur verið álvarsamt hjá tær, hava vit hugnað okkum, eisini tá vit vóru á kanalfart og eg sum vanligt fekk sjóverk, og tú flenti at mær, tí har kundi eg ikki fáa sjóverk .
Eg vil takka fyri nógvar góðar løtur saman, takk fyri at tú var tú, takk fyri tað tú hevur verið fyri okkum, vit síggjast aftur handan támið, saknurin er stórur og minnini rík .
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um mammubeiggja mín Hans í Gøtuni
------
Marjun