Hans gjørdist 15.000 krónur ríkari

- Tú ert í hvussu er 15.000 krónur ríkari nú enn fyri einari lítlari løtu síðan, segði Magnus Magnussen, vertur.

 

Í Gekka-spælinum í kvøld ringdi Thorleif Thomassen av Morskranesi.

Hann var fjarritari hjá Hans Anthoniussen, sum hevði fingið fulla plátu og hevði møguleikan at vinna tær 1,3 miljónir krónurnar, sum var høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum í kvøld.

Fjarritarin segði, at Hans Anthoniussen ynskti at deila tær 1,3 miljónir krónurnar yvir teir tríggjar leyparnar við 450.000 krónum í hvørjum leypi.

Í fyrsta drátti steðgaði gekka-hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið Hans Anthoniussen 50.000 krónur.

Men, maðurin sum stýrdi fjarritaranum var avgjørdur og hevði slett ongan hug at steðga. Í øðrum drátti steðgaði hjólið aftur á 10.000 krónum, sum faldað við trý nú tódnaði niður í 30.000 krónur.

Men, Hans Anthoniussen vildi royna eydnuna triðju og seinastu ferð eisini, og hesum ynski noyddist fjarritarin at eftirlíka. Í triðja drátti steðgaði gekka-hjólið á 15.000 kónum, sum soleiðis gjørdist vinningurin í kvøld.

Verturin, Magnus Magnussen, helt fyri, at hóast Hans Anthoniussen í kvøld ikki rakk nøkrum leypi og soleiðis teimum 450.000 krónunum, so gjørdist hann í øllum førum 15.000 krónur ríkari, enn hann hevði verið fyri lítlari løtu síðan.

- Ja, nettup, segði fjarritarin, Thorleif Thomassen, ið takkaði fyri vinningin, sum fall Hans Anthoniussen í lut í Gekka-spælinum í kvøld.