Hans Iversen stjórnar ólavsøkukórinum

Síðani 1930 hevur siður verið at kór syngur á ólavsøku, tá skrúðgongan kemur úr kirkjuni niðan í Tinghúsið

Kórsangur er fastur táttur á Ólavsøku, og setir hetta sín serstaka dám á tjóðar­ hátíðina.

Vanligt er, at kórsangarar, ið hava hug og stundir, hittast til venjing í so­ nevnda ólavsøkukórinum.

Í fjør var kórsangur, men árið fyri gjørdi korona, at onki ólavsøkukór var, men var tað Havnarkórið undir leiðslu av Leif Hansen, ið sang í 2020.

Í fjør var ólavsøkukór, tó við ymsum ásetingum. M.a. skuldu kórsangarar vera koppsettir. Og kórsangarar, sum komu uttanlands, skuldu hava negativa test á 4. degi.

Í ár verður ikki hugsað um koronu, og sangur og ólavsøkukór eru sum vanligt partur av ólavsøkuni.

Síðani 1930

Síðani 1930 hevur siður verið at kór syngur á ólavsøku, tá skrúðgongan kemur úr kirkjuni niðan í Tinghúsið.

Sangurin á Tinghúsvøllinum kom í fastar rammur í 1983, tá Kórsamband Føroya varð stovnað. Nú bleiv vanligt, at kórsangarar úr øllum landinum mannaðu kórið.

Kári Bæk er formaður í kórsamband­ inum.

Sangskráin hevur ofta havt snún­ ingspunkt kring eitt høvuðsverk. Seinnu árini hevur dentur verið lagd­ ur á at hava eina fjøllbroytta skrá uttan størri verk á skránni, sigur Leif Hansen, næstformaður í Kórsambandi Føroya.

Kórið taldi vanliga eini 100 sangarar, men síðani 2010 hevur talið verið um 200 sangarar.


Eitt, sum øll kanska ikki vita er, at eftir sangløtuna á Tinghúsvøllinum, hevur verið vanligt, at sangararnir í ólavsøkukórinum fara út í Tinganes, har teir hava eina hugnaløtu, ofta nevnd kórhugni, og sigst henda løtan vera sera hugnalig, og høgt í metum millum kór­ sangarar.

Hans Iversen stjórnar

Vanligt er, at kórleiðarin samansetur sangskránna. Í ár stjórnar Hans Iversen kórinum á ólavsøku. Hann hevur sett sman eina skrá við lutfallsliga nógv­ um sangum, sum tó eru stuttir. Her er fosturlandssangur, modernaður kór­ sangur, ein barnasangur og ein sálmur.

Hans Iversen er uppvaksin í Kvívík. Hevur læraraútugving frá Føroya Læraraskúla í 1987 og lærari í tónleiki frá Musikhögskolan i Göteborg 1991. Lærarar hjá Hans í kórleiðslu og kór pedagogikki vóru millum aðara kendi kórleiðarin Gunnar Eriksson.

Í føroyskum kórsangi kenna kór­ sangarar Hans sum sangara í kórun­ um Nóatón og Skýrák, í sambandi við f løguútgávum hjá Tutl. Var eisini við sum sangari á útgávunum “Jesus og Makedonarin”, “Tú lýsti” og á Kingo fløguni“En naade uden mål”.

Hans hevur síðani 1991 arbeitt í Norra, á Skjervøy og í Molde, mest sum sanglærari á kulturskúla og studenta­ skúla og hevur alla tíðina verið kór­ leiðari hjá kórum á staðnum. Er eisini virkin sum sangari, mest í Møre og Romsdal fylke men eisini við kórinum Vokal Nord í Tromsø.

YVIRLIT YVIR KÓRLEIÐ ARAR SEINASTU ÁRINI:

1944: Gunnar Mikkelsen

1950: Gunnar Mikkelsen – Havnar sangfelag

1952: H.J. Højgaard – Kór úr øllun landinum

1960: H.J. Højgaard – Havnar sangfelag

1961: H.J. Højgaard – Havnar sangfelag

1962: H.J. Højgaard – Havnar sangfelag

1963: Eingin sangur

1964: Havnar sangfelag

1966: Ólavur Hátún – Útvarpskórið

1968: Ólavur Hátún – Útvarpskórið

1970: eingin sangur

1971: Karl Clausen – Ólavsøkukantatan

1974: Ólavur Hátún

1977: Jóannes Nolsøe

1980: Ólavur Hátún

1982: Ólavur Hátún – Ólavsøkukantatan

1983: Jóannes Nolsøe

1984: Ólavur Hátún, Ólavsøkukantatan

1985: Jóannes Nolsøe

1986: Ólavur Jøkladal og Ólavur Hátún

1987: Ólavur Hátún og Bjarni Restorff

1988: Sunleif Rasmussen

1989: Ólavur Hátún og Knút Olsen

1990: Pauli í Sandagerði og Zacharias Sørensen

1991: Ólavur Hátún

1992: Sunleif Rasmussen

1993: Heri Eysturlíð

1994: Pauli í Sandagerði og Zacharias Sørensen

1995: Ólavur Hátún

1996: Bjarni Restorff

1997: Heri Eysturlíð og Ólavur Hátún : Ólavsøkukantatan

1998: Ólavur Hátún: ma. Brúgvar hjá Holmboe og Karsten Hoydal 1999: Ólavur Hátún: ma. Fedrana tala hjá H.J. Højgaard og Heðin Brú

2000: Sunleif Rasmussen: Verk hjá Tróndi Bogason og Dániali Hoydal

2001: Kári Bæk: Verk hjá Kára Bæk og Hanusi Kamban

2002: Knút Olsen: Verk hjá Knúti Olsen og Sólrun Michelsen 2003: Ólavur Hátún: Ólavsøkukantatan (Waagstein)

2004: Pauli í Sandagerði : Verk skrivað til Ólavsøku

2005: Ólavur Hátún: ma. Gandakvæð Tróndar

2006: Ólavur Hátún: Ólavsøkukantatan (Waagstein)

2007: Ólavur Hátún: ma Sigmundskvæðið yngra

2008: Sunleif Rasmussen: Ymiskt ma. Syngjandi Grót

2009: Sunleif Rasmussen: Kantata til Ólavsøku

2010: Ólavur Hátún: Verk eftir Waagstein & Ólavsøkukantatan 2011: Leif Hansen: ma. Slóttumenn og Morgun

2012: Leif Hansen: ma. Kvøldvísa um Summarmála og Eitt dýpi 2013: Kári Bæk: Ymiskt ma. Heimahøllin og Heystkvøld í Havn. 2014: Kári Bæk: ma. Gandakvæð Tróndar, og Ró

2015: Bjarni Restorff, ma. Ólavsøkukantatan og Mjørkanáttin 2016: Ólavur Jøkladal, ma. Innibyrgdur og Krabbaskelin

2017: Tóra Vestergaard, ma. Ólavur riddararós og Nordika 2018: Benjamin Gaasedal, ma Landið hjá Kára Bæk og Gunnar Hoydal og Heystnátt

2019: Símun Hammer, ma. Goymi eg minni og Vælkomin summartíðin

2020: Leif Hansen, Havnarkórið sang

2021: Bernhardur Wilkinson

2022: Hans Iversen