eftir Virgar Tórarson Dalsgaard
????????????????????????????
Tann 17. august í ár var júst liðin ein øld, síðani Hans Jákup í Stovuni, - soleiðis var Heðin Brú nevndur millum vinir og skyldfólk, - varð føddur í Skálavík á Sandoynni. Um hann, okkara mætasta prosaskald er longu so nógv sagt og skrivað, at tað kann tykjast ilt at bróta upp úr nýggjum; men kortini er verri enn so alt eftirfarandi, sum skrivað er, og hartil verða týðandi partar av ævisøgu hansara merkiliga tagdir burtur. ?
Tað fall t.d. mongum áhoyrarum fyri bróstið, at aftur nú hevur verið ein grunn seanca í Havn, har ein sjálvútnevndur ekspertisu-klubbi millum okkara kulturellu høvuðkambar enn einaferð royndi at meiggja eina púra ósøguliga glæstrimynd av Hansi Jákupi sum einum ópolitiskum Biedermeierskaldi, einum vandaleysum eygleiðara ella sterilum hugnapoeti. Tað verdur heilt lopið um, at hann var okkara fyrsti sanni satirikari.
Vert er tí at gera vart við, at stórur vandi er fyri, at tað finnast framsøgufólk, serliga millum nationalistarnar, sum vilja nivellera Heðin Brú til eitt neutralt og meinaleyst heimbýlisskald, ein beran skemtara, medan hann í veruleikanum var hvassur javnaðarsinnaður ironikari og samfelagsrevsari. Tí sjálvt um hann var friðarligur og góðsligur av nátúr, var hann sterkur og kompromisleysur í síni grundleggjandi javnaðaráskoðan.
Og tað er ikki neyðugt at lesa millum reglurnar fyri at varnast hetta, men so verður roynt at loypa um, ignorera ella lágmeta tað, sum ikki beinleiðis hóskar til tað glansmyndina, menn vilja geva eftirtíðini. Tað er als eingin støðubotnur fyri at brúka Heðin Brú sum amboð fyri t.d. fullveldispolitikki. Men tað intellektuella vatnskorpuliðið í kulturmafiunni gevst ikki at telgja, fyrr enn tað hevur krotusmíðað javnaðarmannin Heðin Brú til nationalist. Henda søgufalskan skal ikki eydnast teimum.
Ambivalensin til javnadarskaldið
Tíbetur er tað eisini sagt og skrivað nógv gott um Heðin Brú, - fyrr var eisini illa. ? Serliga henda seinasta mansaldurin er hann fagnaður fyri sín góða málburð, men man fær ongantíð allan sannleikan. Tað eru so ófatuliga týðandi partar av hansara tilveru, sum framvegis verða fortrongdir og skúgvaðir til viks
Hans Jákup hevði jú áskoðanir, sum avgjørt ikki hóvaðu teimum leiðandi kreðsunum á føroyska ?parnassinum?. Meiningar hansara vóru heldur ikki vældámdar av borgaraskapinum. Úrslitið var, at nógv fólk leingi høvdu sera ambivalenta støðu til bædi Hans Jákup og skaldskap hansara.
Tey vóru ikki heilt trygg við hann og vistu ikki rættiliga, hvat tey skuldu stilla upp við ein slíkan yrkjara, men hann bleiv jú, sum frá leið, ikki til at koma uttan um. Nógv kundu ikki torga hansara sjónarmið og lívsáskoðan, men máttu samstundis viðganga, at sum skald skaraði hann heilt framúr. Sum onkur helt fyri um hann og Martin Joensen: Hvat billaðu menn úr proletarflokkinum sær inn, at teir vildu troka seg inn á parnassið?
Innihaldið og evnagongdin í skaldskapi hansara eru meira ella minni vællýst og somikið vælkend, at tað eru ikki míni primeru ørindi at umrøða tað. Mín uppgáva er at skoyta uppí og supplera tað ófullkomna bókmentaliga tilfar, sum higartil er komið á prent og so royna at lofta nøkrum av tí, sum menn allarhelst av beráddum huga loypa um. Tí er tað nakað, sum er blivið politiskt og monopoliserað í Føroyum, so er tað kultururin!
Barndómur og ungdómur
Vid tað, at pápi mín og hann vóru spælibrøður úr somu bygd, hartil næstan javnaldrar, sum alt lívið javnliga hittust, alment sovæl sum privat, minnist eg hann sera væl. Táið menn hópaðust, sótu vit yngru ofta undir orðinum, antin vit vóru børn, hálvvaksin ella tilkomin, og vit fingu ógvuliga nógv við, táið tey vaksnu prátaðu. Ì móðurætt míni vóru Hans Jákup og eg skyldmenn. Tann skyldmaður (Endurminningar síðu 117/18), sum Hans Jákup sum hálvvaksin fer at vitja og ráðføra seg við heima á Sandi, og sum kemur eysturaftur við honum at tosa hansara sak við tey gomlu í Stovuni, tað er abbi mín, Jóhan Hendrik Hjalt. Hann er tað, sum ræður Hans Jákupi at fylgja síni trá og fara burtur at læra.
Tí fari eg at loyva mær at siga eitt sindur um Hans Jákup, soleiðis sum eg minnist hann, og tað verður so ein neyðugur partur av tí mosaikki, sum avgjørt má til fyri at fullfíggja søguna um tað skaldið, sum málsliga røkkur, sum ein alputindur í mun til smáheyggjar, uppum flestu aðrar føroyskar litteratar.
Lagnan vildi tað soleiðis, at í bóndahúsunum í Stovuni, har Hans Jákup vaks upp sum tann allaryngsti, vóru fá børn og langt millum systkjunini, medan tað í handilshúsunum niðri à Møl, har pápi mín vaks upp, vóru níggju dreingir og bert umleið tvey ár millum brøðurnar!
Góð tvey ár áðrenn Hans Jákup, varð pápabeiggi mín, Hans føddur (1899), Aksel, pápabeiggi (1901) og Hans Jákup (1901) vóru næstan javngamlir, og pápi mín, Tórur (1903) var hálvtannað ár yngri. Hesir fýra javnaldrar fingu at kalla felags uppvøkstur.
Hans Jákup hevur ofta sagt frá, hvussu stuttligt, hann helt tað vera, at koma oman á Møl; - hann var har tíðliga og síðla ? tí har var altíð onkur at spæla við, og óvitarnir sluppu at beistast allan dagin bæði úti og inni. Serliga teir fýra komu at vera ómetaliga nógv saman í óvitaárunum, seinni í ungdómsárum (t.d. vóru Hans og Hans Jákup á háskúla veturin 1919/20) og endiliga aftur í vaksnamannatali, ikki minst sum politiskir partamenn. Teir fýra gjørdust nevniliga alt lívið gløðandi javnaðarmenn og hartil nærmastu vinmenn hjá Peturi Mohri Dam. Teir styðjaðu javnaðarhøvdingin í tjúkkum og tunnum, bæði í hørdum andstreymi og seinni sigursløtum. Fáir vóru so trúgvir at møta á javnaðarfundum sum teir, - og tað var, táið tað enn kostaði nakað og kravdi stórt persónligt dirvi at vera javnaðarmaður.
Sosialt og málsligt feitilendi
Hóast valabygdin, Skálavík sosialt var millum tær frægastu bygdirnar í Føroyum, dugdu hesir gløggu unglingar, sum allir fingu meira enn miðallærdóm, væl at síggja, at Føroyar vóru eitt karrátt stættarsamfelag, serliga fyri tey veikastu; ? sjálvt í hesi ríku feitilendisbygdini vóru nógv, ið avgjørt ikki høvdu hvørki at bíta ella brenna. Tað skapti hjá hesum monnum alt lívið sociala indignatión. Teir fóru tí ongantíð í part vid teimum sonevndu stóru, hóast dúgliga varð fríggjað til teirra, bædi vid lyftum og seinni vid hóttanum. Bæði sjálvsstýris- og sambandsrørslan vóru fyri hesar menn turrgeldar og stokk-konservativar, og teir erkendu skjótt, at hesir flokkar hvørki vildu ella kundu gagna fjøldini. Teir høvdu hvørki evni ella vilja til at bøta um korini hjá smámanninum. Tey tøkini kundu bara takast av einum socialdemokratiskum flokki.
Teir aldust upp í málsliga sera stimbrandi jørðildi, og ofta verður sagt av fólki, sum nágreiniliga hava lisið ?Feðgar á ferð?, at soleiðis sum Ketil og Ketilskona málbera seg, soleiðis málbóru nógvir skálvíkingar seg í gerandisdegnum. Heðin Brú er tí heilt í samljóði við sítt bygdarfólk og sína barndómsverð. So sjálvt um hann sjálvur breyt slóð og var málmeistarin framum allar aðrar, bygdi hann og hvíldi sjálvur niður á sterkar herðar. Sum hann tók til: Soleiðis økir tú ættararvin.
Anglosaksiskur vandi og hóttan
Móðurmálið var fyri okkum føroyingar aðaltátturin, og tað skuldi veksa og trívast, men hesum spinkla vøkstri var als ikki lív lagað, um hann ikki slapp at liggja í lívd av danskari humanismu, danskari vælvild og danskari grundlóg. Hetta vóru Hans Jákup og hansara menn væl greiðir yvir.
Komu vit at liggja berir og óvardir í Atlantshavinum, høvdu vit verið týndir av ensku kulturimperialismuni eftir minni enn tveimum ættarliðum. Teir sóu, hvussu stórur málskaði hendi bara tey fimm kríggsárini. Vit máttu hava Danmark at kroka aftanfyri, annars høvdu vit málsliga verið týndir og lagdir í oyðu. Hetta var fyri Hans Jákup og aðrar javnaðarmenn alfa og omega. Hetta var teirra lívsáskoðan. Hetta var teirra ideologi, og hon æt lívsfrælsi.
Tað, sum er so kuriøst, er, at anglosaksiski vandin er nógv herviligari og munandi meira brutalur í dag! So hvat dugir og gagnar okkum fullveldi, um vit stutt eftir fara at tosa enskt, hálvíslendskt ella - klombrut fundamentalist-føroyskt?
Men hesir menn hugsaðu og sóu longri enn tey flestu, og sum teir plagdu at taka til við P.M.Dam: Fyri okkum føroyingar er málið alt! Uttan mál, eingin tjóð. Fyri hesar menn var málburður, máliskur og kvæðamentan tað, sum myndaði okkum sum mentað, norrønt fólk. Málið mátti vera amboðið hjá okkum í allari okkara andiligu stremban, og tað skuldi brúkast og mýkjast á øllum økjum.
Hans Jákup tók hesa avbjóðingina upp og gav okkum eitt vælsignað mál. Tann fjøðurlætti málburðurin í skaldskapi hansara kom at hugtaka fólk og eigur enn at bergtaka hvønn tann, sum av sonnum er góður vid føroyskt mál.
Grundtvigianisma og bóndamentan
Tað, sum fekk føroyingar at hvøkkfegnast í tjúgunum og tretivunum, var hvussu ómakaleyst tað tóktist at vera hjá Hedini Brú at skriva bæði álvarsamt og humoristiskt (t.e. við álvarabrosi, sum pápi mín tók til) um gerandisviðurskifti, kenslulív og kærleika á okkara móðirmáli. Knappliga varnaðust fólk, at ikki bara groteskar, men eisini eymar, lyriskar løtur, so væl sum filosofiskar og rættiliga djúpar kenslur kundu lýsast heilt út í æsir á føroyskum máli. Hans Jákup lyfti fyri fyrstu ferð okkara mál úr triviellum túnatosi og heilt inn í litteraturin, í bókmentaheimin.
Heðin Brú hevdi nógvar keldur at oysa úr; - tað var ikki bara úr fornari bóndamentan, nei, donsk háskúlamentan hevdi rinið væl við í bygdini. Her var bókameingi, og nógvir menn vóru beinleiðis belisnir og fylgdu væl við í europeiskum mentarembingum. Skálavík var veruliga ein upplýst og mentað bygd, og skálvíkingar dugdu at handfara okkara mál betri, enn teir flestu. Nógv heim vóru í orðsins besta týdningi so gjøgnumsúrgað av grundtvigianismu, at tað var javnan tikið til ella sungið úr donskum skaldskapi og bókmentum; heilt frá ungum av lærdu menn at styrkja sær tann stundum karga gerandisdagin ella leita sær ugga í royndarløtum við at citera mergjaðar reglur við eitthvørt høvi, eitt nú socialu paroluna hjá gamla Nikláa frá ?Langt højere bjerge?:
? og da har i rigdom vi drevet det vidt,
når få har for meget og færre for lidt.
Fyri Heðin Brú og javnaldrar hansara var slíkt ikki orðabrask, ? teir ynsktu veruliga brennandi eitt rættvísari og betri samfelag, - teir vildu eitt vælferðarsamfelag! Hetta var inspiratiónin og hetta gjørdist sevjan í skaldskapinum hjá Hansi Jákupi. Hann laðaði teimum gomlu ein prúðan varða, men hann vísir týðuliga á, at tún teirra eru ov trong, - tað mugu nýggir, breiðari og hollari vegir til. Hann fer undir hetta samfelagskritiska arbeiði og ger tað á betri máli, enn nakar hevur dugað fyrr. Hann er sosialdemokratur, og tí ger hann tað vid miklari virðing fyri báðum pørtum. Hann veit, at tíð og umstøður kunnu ofta skerja mannin, og hann veit, at tað er órímulig og hættislig eskapisma at geva dønum skyldina fyri órættvísi í Føroyum. Hann er sum nógvir javnaðarmenn tjóðskaparliga hugaður, men hann veit eisini, at tað eru eingir, sum kúga føroyingar meira, enn føroyingar sjálvir.
Andiligir skyldmenn
Parallellar littererar rembingar vóru stutt áðrenn farnar fram í donskum skaldskapi, sum Heðin Brú var meinkønur í. Samvirkanin, interaktiónin millum danskan skaldskap og føroyska bygdamentan menti tad føroyska málið ? hetta er paradoksið, sum aloftast verdur tagt burtur ella fornoktað!
Tað er ikki av tilvild, at Hans Jákup í allarfyrstu skriving síni brúkar dulnevnið Heðin illi, - í hesum var nógvur symbolikkur, tí hann var, sum fyrr nevnt, av sonnum misnøgdur við tey eirindaleysu- og órættvísu kor, sum nógvir av okkara landsmonnum livdu undir, og sum fyri hann vóru serliga sjónsk, tá ið hann kom heimaftur úr Danmark seint í tjúgunum.
So seint sum í 1929 brúkar hann enn dulnevnið Heðin Illi, men táið fyrsta skaldsøgan, Lognbrá kemur í 1930, kallar hann seg Heðin Brú. Fimm ár seinni kemur onnur skaldsøga hansara, Fastatøkur, ið er framhaldssøga av tí fyrru. Hesar báðar bøkurnar eru sum kunnugt langt síðani fólkaogn og fyrstu veruligu skaldsøgur okkara. Alt, sum frammanundan hevði verið roynt av skaldsøguskriving, var bert viðfáningur.
Náttúrulýsingar hansara eru longu í hesum bókum sublimar. Evnagongdin um barndóm, ungdóm og seinni manndóm er djørv og kensluborin skriving, lyrisk symbolsk, men eisini samfelagskritisk. Hann torir at taka upp heilt fesk problem í føroyska samfelagnum ? her er ikki sørt av beiskari socialrealismu. Tað ráa og beinharða sjólívið verður alt annað, enn idylliserað. Vit merkja týðuliga andliga skyldskapin við donsku skaldini, Johan Skjoldborg, Jeppe Åkjær og Martin Andersen Neksø. Hetta vóru menn, sum ofta vóru á lofti, táíð Hans Jákup og vinmenn hittust. Ofta verður sagt, at partamaðurin Åkjær frá Jenle var fyrimynd hjá Hansi Jákupi. Sjálvur haldi eg hann vera meira líkan Skjoldborg.
Tann dølski og eftirklóki doktarin
Vert er her at vísa á, at harra Christian Matras í 1931 skrivaði eitt ótrúliga arrogant ummæli av Lognbrá í Dimmalætting. Hetta ummæli angraði Christian nógv seinni. Har vísir hann, at hann lítið og einki hevði skilt, hvørki av tí málsliga ella tí litterera innihaldinum. Tað skal tó sigast, at Rikard Long í Varðanum sama ár hevði eitt skilagott og heilt øðrvísi ummæli, har hann týðuliga dugdi at síggja, at sannur meistari var á veg.
Nakað sama mynstri hava vit fýra ár seinni, tá ið Christian, máldoktari skal ummæla Fastatøkur, og hesa ferð í Varðanum. Nú er hann knappliga blivin klárur yvir, at Heðin Brú er meira enn eitt upplop, og roynir at káva útyvir sítt mistak, men hann er framvegis tendentiøsur og fyri at lofta sær, hevur hann næstan mikroskop frammi fyri at leita eftir onkrum breki.
Hetta fær aftur Rikard Long til at reagera. Hann skrivar eitt lítið ?ummæli? av ummæli Christians, har hann varisliga setir tann pedantiska doktaran uppá pláss. Matras sendir sama ár út eina bókmentasøgu, har hann er sjáldsama grunnur um nógvar av sínum samtídarmonnum. Nakað seismiskt talent var doktarin avgjørt ikki. Viðvíkjandi Hedin Brú sat C.M. sjóvarfallið av sær hvørja ferð.
Men aftaná kríggið er næstan einki mark fyri, hvussu hann skammrósar sama Heðini Brú. Hesari eftirrationalisering høvdu skaldið og vinmenn bert akslaypp yvirfyri.
Týdingar og stuttsøgur
Um hetta sama mundið og eisini nøkur ár fyri roynir Heðin Brú seg sum stuttsøgusmið, eitt nú við søgunum Finni, Sigrið sodnkonu, o.s.fr. Og sum flestøll vita, verður hann á tí økinum eftirhondini so beinrakin eygleiðari, at hann er ájavnt vid Guy de Maupassant, helst óbeinleiðis og við Thomas Mann kanska beinleiðis. Hann hevur sjálvur lisið nógv, og letur seg sjálvandi inspirera av europeiskum fyrimyndum. At hann er ávirkaður av Mann hevur hann næstan sjálvur sagt, tí tá ið pápi mín og hann skiftu orð um bókmentir, var Mann næstan altíð á lofti.
Ein av yndisbókum teirra var Húsið Buddenbrooks, og tað virkaði næstan, sum um Hans Jákup hevði ætlanir um at skriva eina bók um eina føroyska handilsætt. Hon, sum nógv annað tilætlað, kom tíverri ongantíð. Tey seinnu árini debatteraðu teir ofta bókina Felix Krull, so Mann var maður, sum Hans Jákup helt nógv av. Annars var Thomas Mann tiltikin fyri stuttsøgukompositión og sum hvassur eygleiðari.
Longu miðskeiðis í tretivunum kemur ein tann fyrsta týðingin hjá Hansi Jákupi. Hon er Bigum træbein eftir júst M. A. Nexø. Hetta er valla heldur av tilvild, tí tað hjartaligu samkenslu, sum Nexø hevdi við teimum minstu í samfelagnum, ja, hana hevdi Hans Jákup eisini. Hetta er ikki av størstu stuttsøgunum hjá Martini, men hon er grotesk, stuttlig og rættiliga socialrealistisk. Her er forstáilsi og samhugur við smáfólki, brekaðum og breyðleysum. Nexø skrivar um tey, sum eru løgin ella egin og um tann ?skeiva? eksistensin við kærleika og innlivilsi.
Úti undir vaðingini
Tað er eyðsæð, at Heðin Brú visti, at hesa lítlu týðing fóru føroyingar at forstanda, - hon segði teimum nakað - tí hon kom í tí tíðini, tá ið vit enn eksporteraðu bæði brekaði, sinnissjúk og lamin niður til Danmarkar. Hesi menniskju lupu nógvir av teimum chauvinistisku sjálvsstýrismonnunum um, táið teir brølaðu um landið, teir varnaðust tey ikki, tað var ikki pláss fyri teimum! Men soleiðis sum Nexø setti samfelagsins júst allarminstu ein minnisvarða, soleiðis gjørdi Hans Jákup tað eisini! Her hevði Hans Jákup eisini ein føroyskan undanmann, socialrealistin og oyggjafelagan, M.A. Winther, sum eisini hættaði sær út í samfelagsins skýmaskot.
Sum veruligur stuttsøgumeistari vísir Hans Jákup seg fyrst við savninum Fjallaskuggin í 1936. Her eru fagrar og tankavekjandi lýriskar náttúrulýsingar. Men hann fer aftur heilt út undir vaðingina í samfelagnum og skrivar um tey marginaliseraðu, tey anonymu. Summar av søgunum vóru skrivaðar fyrr, men nú er tað týðuligt, at hann hevur lært skrivihandverkið væl og virðiliga, sjálvt um hann verður enn meira fulltikin seinni.
Hann er næstan brutalur eygleiðari av fólki, men ger tað kortini við alski og virðing. Hann fær so ótrúliga nógv meira við, enn vanlig fólk vildu fingið, og hann smoyggir eisini socialrealistiska hamin heilt av sær viðhvørt, so vit fáa varhugan av bæði littererari impressionismu og symbolismu. Hetta er eitt kynstur, sum hann dyrkar heilt út í æsir aftaná kríggið. Tað síggja vit t.d. í eftirkríggssøvnunum, Flókatrølli, Purkhúsi og Búravninum. Stuttsøgur hansara gerast har uppaftur betri, men longu í Fjallaskugganum er hann av mætastu essayistum.
?Hetjur? herja á Heðin
Annars hevði Heðin Brú nøkur ár eftir, at hann varð settur í starv á Føroya Jardarráði eitt groteskt upplivilsi, sum fekk bæði littereran og politiskan týdning. Hetta var í sambandi við, at bóndafeðgarnir Patursson, Jóannes og Páll saman við Líggjasi úr Gøtu og øðrum ráðaríkum moldhøvdingum komu siglandi sum flokksmenn á albrynjaðari bóndaskútu til Klakksvíkar og hóttaðu við at leggja hond á teir báðar embætismenninar Hans Jákup frá Jardarráðnum og Norðoyar sýslumann, Hákun Hansen.
Tað segðist, at fleiri klakksvíkingar tóktu synd í sjálvsstýrishetjunum, táið tær líkbleikar krupu í land av fullveldisskútuni, tí hetjurnar vóru heldur enn ikki ússaligar, - sjómansskapurin lítil og moralurin syndarligur innanborða. Tann stolti bóndaknørrurin hevði valla sloppið gjøgnum nakað skipasýni. Summir av teimum allarmætastu bøndrunum vóru næstan deyðir av sjóverki.
Men_. hetta vóru raskir menn, so teir ernaðust skjótt aftur og fóru næstan beinanvegin braneggjaðir rópandi og herjandi niðan gjøgnum brekkuna á Biskupsstøð at reka sakleys starvsfólk burtur úr sínum lógliga arbeiði. Tað styrkti moralin hjá hesum djørvu búnaðar-gørpum, at teir fingu lokalar bøndur at fylkjast vid sær; - teir skuldu jú basa tveimum monnum.
Nú skuldi embætisvaldið takast við hørðum! At ein heil bátsmanning av maktsjúkum chauvinistum kundi reka tveir óvápnaðar menn av bønum við nevarætti, ja, tað hildu summi vera eina djarva og mannsliga gerð, men allarflestu føroyingar vamlaðust vid hendingina.
Dagin eftir lat politimeistarin kongsbóndahetjurnar vita, at um ikki Heðin Brú og sýslumaðurin fingu arbeidsfrið, so vildi alt agrarliðið verða handtikið og fastsett. Tá ræddust tær reystu bóndakempurnar og bakkaðu. Seinni á degi sóust summar teirra fara so nakkalangar aftur av bygdini, meðan aðrar hetjur sluppu at ugga seg inni hjá Hanusi av Biskupsstøð, kongsbónda.
Hví vóru hesar junkaratypur so ógvisligar, at tær vildu gera seg inn á lógligt fungerandi embætismenn? Jú, tí Heðin Brú og Hákun sýslumaður heilt í tráð vid hina viðgitnu og sera socialthugsaðu Gráu bók vágaðu sær at stykkja út til fátækar traðarmenn av kongsjørðini í Klakksvík. Hetta kallaðu bøndurnir kúging og harraboð! Teir ráðaríku kongsbøndurnir untu ikki vanliga fólkinum jørð!
Gráa bók verður til Gráa tátt
Hans Jákup gjørdist ikki sørt skakkur av hesi grovu hending, og hann refereraði ofta sarkastiskt til henda barokka tilburðin vid orðunum: ?Ja, tað var ta ferðina, tá ið sjálvsstýrishetjurnar vildu drepa meg harnorðuri!?, - men kortini lat hann seg hvørki knekta ella kúga ? hann yrkti ein stuttligan tátt móti teimum hysterisku kongsbøndrunum, - eina spotska heroidu, sum altíð fer at vera ein perla í føroyskum bókmentum, men heilt goymd burtur av fullveldisliðinum. Undarligt, at so týðandi partur av lívsverki og -søgu skaldsins skal dyljast sum mansmorð!
Tað er ikki góður tóni longur at kvøða Gráa tátt. Hann er úti fyri skipaðum og miðvísum censuri. Tey í kulturmafiunni, sum eru so fræg, at tey vita um Gráa, gera alt, tey eru ment fyri at krógva og tiga hann burtur. Stóð tað til litterert ansið og vakið fólk, ja, so var Grái fast studenta- og lærararaskúlapensum, tí hann hevur bæði søguligan- og littereran relevans. Grái átti at verið fast repertoire hjá einumhvørjum dansifelagi.
Tátturin var sum so nógv tilfar hjá Hansi Jákupi fyrstu ferð settur á prent í Sosialinum heystið 1938. Hann fekst eisini sum serprent. Men undir krígnum var av loysingarmonnum gjørt nógv fyri at beina fyri hesum kompromitterandi riti.
Framhald