Hans Jacob Joensen deyður

Fyrrverandi biskupur Hans Jacob Joensen er deyður.

Hans Jacob Joensen andaðist í heiminum í Birkerød í gjár, 12. desembur.

 

Hann varð føddur við Gjógv 10. november í 1938, og var 83 ár, nú hann doyði.

Hans Jacob var biskupur í eini søguligari tíð við stórari fyrisitingarligari menning. Hann byrjaði eitt stutt skifti sum varabiskupur, síðani biskupur og loksins fyrsti biskupur í fólkakirkjuni, eftir at málsøkið fólkakirkjan varð yvirtikið sum føroyskt sermál. 

Serliga tey fyrstu árini í stólinum vóru krevjandi, tá alt tað kirkjuliga lógarverkið skuldi lagast til føroysk viðurskifti, nú fólkakirkjan í Føroyum var vorðin eitt sjálvstøðugt biskupsdømi í danska kongaríkinum.

Hann hevði hollan kunnleika til grikskt mál, ið er frummálið hjá Nýggja Testamenti. Í fleiri ár undirvísti hann í hesi lærugrein á Guðfrøðideildini á Fróðskaparsetrinum. Fleiri av prestunum, sum í dag eru í embæti í Føroyum, hava nomið málsligan kunnleika og nomið bíbliukunnleika við føtur hansara. 

Hans Jacob Joensen vaks upp við Gjógv. Hann tók studentsprógv á Føroya Studentaskúla í Havn í 1958 og teologiskt embætisprógv frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn í 1968.

Hann var prestur við Anna Kirke á Nørrebro í Keypmannahavn í 1968. Síðani gjørdist hann kapellanur við Risbjerg Kirke í Hvidorvre frá 1970 til 1975, tá hann varð innsettur sum prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi í Føroyum fræa 1975-78, tá prestagjaldið varð býtt sundur. Tá helt hann fram sum prestur í Suðurstreymoyar Eystara prestagjaldi.

Í 1990 gjødist Føroyar sítt egna bispadømi. Fyri ta tíð vóru Føroyar partur av Keypmannahavnar bispadømi. Hans Jacob Joensen fór frá við eftirløn, tá Fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007 og flutti saman við konuni til Birkerød við Keypmannahavn.

Hans Jacob Joensen var giftur Listbeth Andersen í 1968.