Nú er greitt, at nøkur av teimum bestu føroysku dansibandsorkestrunum fara á pall á Dansibandsdegnum, sum verður í Vági Leygardagin 12. juli 2014. Sera vælumtóktu dansibandsorkestrini Hans Jacob og Vinmenn og Jens Lisberg band fara leygarkvøldið á pall á Eiðinum í Vági, har dansað verður til ljósan morgun.
Dansibandsdagurin leygardagin 12. juli er byrjanin til eitt afturvendandi tiltak, ið verður á hvørjum ári. Í 2015 verður ætlandi víðka um tiltakið, so talan gerst um ein Dansibandsfestival, ið verður yvir eitt langt vikuskiftið.
Dansibandsdagurin bjóðar øllum dansi-áhugaðum og øðrum til Vágs til dans, sang, undirhald, góðan mat, hugna og gestablídni.
Skráin Í komandi viku verður skráin fyri Dansibandsfestivalin kunnugjørd, avdúkast kann, at talan verður um skrá, sum byrjar tíðliga leygarmorgun, verður sagt í tíðindaskrivi.
|