Hans Joensen hevur verið formaður í Havnar Arbeiðarafelag (Fyrr Havnar Arbeiðsmannafelag) síðani 2003

Hans Joensen, fakfelagsformaður, deyður

Í gjár bórust deyðsboðini av Hans Joensen, formanni í Havnar Arbeiðarafelag, 71 ára gamal.

 

Hans Joensen hevur verið formaður í Havnar Arbeiðarafelag (Fyrr Havnar Arbeiðsmannafelag) síðani 2003

Hans Joensen hevur verið formaður í Havnar Arbeiðarafelag, sum áður nevndist Havnar Arbeiðsmannafelag, í sløk 20 ár.

Hann varð valdur til formann á aðalfundinum í 2003, sum var fyrsti aðalfundur, eftir at Karl Johansen, sum var formaður felagsins í mong ár, andaðist í mars í 2002.

Hans Joensen kom í nevndina í Havnar Arbeiðsmannafelag í 1997, og sat hann soleiðis í fimm ár í nevndini saman við Karl Johansen.

Tá Karl doyði tók Jan Midjord við sum formaður fram til aðalfundin. Hann stillaði ikki upp til formansvalið, men tað gjørdi Hans Joensen, sum hevur sitið sum formaður síðani.

Hans arbeiddi í 26 ár á Bacalao, áðrenn hann gjørdist formaður, har hann serliga hevði til uppgávu at frysta slógv á virkinum. Men Hans hevur eisini verið sjómaður í eini 10 ár. Hann hevur róð út undir Føroyum, og í trý summar róði hann út í Ravnoynni í Grønlandi. Fyrstu ferð, hann var í Ravnoynni, var á sumri í 1967, og tá var hann júst fyltur 15 ár.

Hans var við Baki árini 1970 til 1975 og fór síðan umborð á Búgvan, sum Martin Clementsen átti. Tá Búgvin sakk, keypti Martin sær Skoparan, og Hans róði eisini út við Skoparanum.

Tá Hans Joensen sum 14 ára gamal fór úr 7. flokki í Havn, fór hann oman á Bacalao at arbeiða, og á virkinum hevði hann nógvar ymiskar uppgávur. Hann stóð við vektina, og hann landaði. Nógv var at takast við, og her var eisini saltfiskur.

– Tú føldi ábyrgd, og longu tá vistu tú, at fiskurin skuldi arbeiðast undan, so hann ikki fór til spillis, segði Hans Joensen í samrøðu við Sosialin í 2016.

Tað var í 1978, eftir at Hans bæði hevði verið í Ravnoynni, við Baki, Búgvanum og Skoparanum, at hann fór aftur á Bacalao at frysta slógv. Tá hevði hann - heilt frá ungum av - verið á Bacalao av og á, tá høvi beyðst. Hann hevði soleiðis í fleiri ár havt eitt tilknýti til fiskavirkið á Vestaru Bryggju.

 

##med2##

Tað var ikki av ongum, at hugurin hjá Hans Joensen birtist fyri fakfelagsvirksemi. Pápi hansara, Christian Joensen, var í nevndini í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann var tó farin úr nevndini, tá sonurin í 1997 fyrstu ferð varð valdur í nevndina.

– Pápi mín var við, tá eitt nú eftirlønargrunnur felagsins varð stovnaður, og mín áhugi fyri fakfelagsvirksemi birtist, tí pápi mín var aktivur í nevnd felagsins. Eg plagdi at vera við sum limur, tá fundir vóru í felagnum, men eg var ikki á hvørjum fundi.

Sjálvur hevði Hans ongantíð havt nakra ætlan um at stilla upp til nevndarval, men tað kom tann dagur, tá limir heittu hann um at stilla upp, og soleiðis kom hann í nevndina í felagnum.

– Hóast eg ongantíð hevði havt ein dreym um at gerast nevndarlimur – og enn minni fakfelagsformaður – gjørdist eg rættiliga tendraður í fakfelagsvirksemi, tá eg kom at sita í nevndini saman við øðrum góðum monnum.

Hans sá skjótt, at felagið hevði eina ógvuliga góða nevnd og ein serstakliga góðan formann við Karl Johansen. Á skrivstovuni vóru eisini góð og dugnalig fólk, eins og tey eru tað í dag, segði hann í samrøðuni.

Hans Joensen andaðist í gjár eftir longri sjúkralegu.

 

 

Hans Joensen hevur verið formaður í Havnar Arbeiðarafelag (Fyrr Havnar Arbeiðsmannafelag) síðani 2003