Hans Jørgen Djurhuus á landsliðið

Heini Vatnsdal og Ròaldur Jakobsen hava givið avboð

Heini Vatnsdal og Róaldur Jakobsen hava givið avboð til dystirnar ímóti Norðurírlandi og Ungarn. Ístaðin hava Hans Jørgen Djurhuus og Levi Hanssen fingið landsliðsboð

 

Les eisini: Aftur broyting á landsliðnum

 

Hvørki Róaldur Jakobsen ella Heini Vatnsdal vera við, tá føroyska A-landsliðið týskvøldið setir kós ímóti Norðurírlandi. Báðir hava smávegis skaðar at dragast við, og síggja seg ikki førar fyri landsliðsfótbólti komandi dagarnar.

 

 

Les eisini: HB' ari inn fyri brotnan HB' ara

 

Í staðin hava venjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen sent boð eftir Hans Jørgen Djurhuus úr Víkingi, og Levi Hansen úr HB.

 

 

Les eisini: Víkingar skulu styrkja landsliðið

 

- Hetta vóru øgiliga góð, men eisini yvirraskandi boð at fáa. Eg havi einaferð fyrr fingið landsliðsboð, tað var til U14 fyri nógvum árum síðani, sigur Hans Jørgen Djurhuus úr Víkingi, sum um ein góðan mánaða verður 36 ár, við fsf.fo.

 

Les eisini: Lars vil hava stig tíðliga

 

Leygardagin 11. oktober spælir føroyska A-landsliðið á Windsor Park í Belfast í Norðurírlandi, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 14. oktober spæla Føroyar og Ungarn á Tórsvølli.