Hans Jørgen farin heim

35 ára gamli Hans Jørgen Djurhuus fær ikki debut á hesum sinni

Tað kom óvart á tey flestu, tá Lars Olsen sendi boð eftir 35 ára gamla Hans Jørgen Djurhuus fyri fyrstu ferð nakrantíð. Hann kom ikki inn á vøllin í Belfast og hann ikki verður við móti Ungarn.

 

Les eisini: Brandur byrjar inni

 

- Hans Jørgen hevur trupulleikar og fær ikki vant við í dag. Hann hevur fingið eina virus, sum ávirkar balansuna. Vit vistu av støðuni áðrenn, men hon er blivin verri í nátt og hann hevur einki fingið sovið, sigur Lars Olsen.

 

Sostatt verður einki dreyma debut fyri 35 ára gamla Hans Jørgen, sum aldrin hevur verið í landsliðshópinum fyrr. Hann er í dag farin heim frá landsliðssamlingini.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum í annaðkvøld móti Ungarn. Dysturin byrjar klokkan 19:45.