Sakin um brotnu nøsina hjá Poul Ingason hevur verið fyri í Føroya Rætti í dag. Dómur fellur í málinum um eina viku.
Les eisini: Hans Jørgen í rættin
Hans Jørgen Djurhuus er ákærdur fyri at hava brotið nøsina á Poul Ingason í venjingardysti millum HB og Víking í Gundadali í januar. Stórur partur av málinum snýr um Hans Jørgen Djurhuus nýtti ein knýttan neva ella ikki.
Millum vitnini í sakini eru Hans Jørgen og Poul sjálvir, umframt dómarin í dystinum, Ransin N. Djurhuus, venjarin hjá Víkingi, Sigfríður Clementsen. Aftrat at teimum vóru eisini Bent Tommy Linklett(linjuverji í dystinum), Atli Gregersen(liðskipari hjá Víkingi) og Hans Jacob á Líknargøtu(umboðsmaður og áskoðari til dystin).
Ákærin royndi at vísa á dømir, har ítróttarfólk hava fingið revsingar fyri harðskap, meðan verjin á sama hátt vísti á, at tað eru ítróttarfólk, sum hava framt harðskarp, men mál ikki er tikið upp. Hetta tí tað verður mett sum ein partur av spælinum.
Dómarin endaði dagin við at siga, at dómurin verður sagdur um eina viku.