Royndi leikarin, Hans Jørgin Djurhuus, hevur longt sáttmálan við Víking í enn eitt ár.
Tað skrivar heimasíðan hjá Víkingi, haðani myndin eisini er.
Hans Jørgen hevur spælt 263 dystir í fremstu røð, og spælt átta dystir í evropiskum samanheingi og tilsamans hevur hann skotið 20 mál.
Fyrsti dystur, Hans Jørgen Djurhuus spældi í bestu deildini, var so langt síðani sum í 1997 og hann er sostatt ein av royndastu spælarunum í føroysku kappingini.
Hann hevur spælt fyri nógv feløg á síni yrkisleið, men síðan 2005 hevur hann verið fastur fúsur í Gøtu.
- Eyðkent fyri Hans Jørgen er, at hann spælir við hjartanum, og hann gevur seg altíð 110 prosent, bæði í dysti og venjing, sigur Víkingur.
Myndin er av heimasíðuni hjá Víkingi, vinstrumegin er tað formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, og høgrumegin, Hans Jørgin Djurhuus.