3.000 mál! So nógv mál hevur hálvi tvøramaðurin, Hans Lindberg skotið í týsku bundesliguni síðani 2007.
Ígjár tók liðið hjá Hákuni West av Teigum og Hans Lindberg, Füchse Berlin móti Göppingen á heimavølli.
Dysturin endaði við ein skuffandi 29-29 javnleiki, har Göppingen var á odda 15-14 í steðginum.
Men tað sum stendur eftir aftaná dystin er, at Hans Lindberg undir dystinum skoraði sítt mál nummar 3.000 í týsku bundesliguni. Talan er um eitt met, ið verður ringt at taka.
Í annaðkvøld spælir Füchse Berlin steypadyst móti Bietigheim-Metterzimmern á útivølli. Bietigheim-Metterzimmern spælir í aðru bundesligu, og tí er Füchse Berlin stórur favorittur at vinna dystin.
Vónandi verður rúm fyri, at Hákun sleppur at royna seg stóran part av dystinum. Hákun hevur annars fingið fitt av spælitíð í EHF European League, meðan tað tíðum hevur verið heldur soltið í bundesliguni.