Hans Mortensen gjørdist ikki gamal í sessinum sum nevndarformaður í P/F Smyril Line. Í júst útsendum tíðindaskrivi boðar Hans Mortensen frá, at hann hevur sagt seg úr starvinum.
- Orsøkin til uppsøgnina er, at eg ikki kundi fáa meiriluta í nevndini fyri at gera neyðugar broytingar, fyrst og fremst í stjórn felagsins. Hetta var ein treyt fyri at eg tók við sum nevndarformaður, boðar fráfarandi formaðurin frá í tíðindaskrivi sínum.
Hans Mortensen sigur seg ikki hava aðra viðmerking enn tað, sum nevnt er í tíðindaskrivinum.