Leirvíkingar brynja seg enn eina ferð út í royndini at vinna plássið aftur í 1. deild, sum teir síðst mistu í 1993. Tey bæði seinastu árini hava teir í endaspælinum telvast við sumbingar um eitt pláss í bestu deildini, men bæði í fjør og í ár endaðu sumbingar omaná.
Tá LÍF komandi ár aftur fer at royna at gera seg galdandi, verður tað við nýggjum venjara, sum kortini ikki er ókendur í Leirvík.
LÍF hevur gjørt avtalu við Hans Mourits Foldbo, sum skal taka sær av at venja 2. deildarliðið.
Rólant Langgaard, formaður í LÍF, er væl nøgdur við, at felagið nú fer at samstarva við Hans Mourits.
? Tað tykist ikki vera so trupult at fáa venjara í Føroyum nú, sum tað onkuntíð hevur verið. Vit høvdu fleiri møguleikar at velja millum, og vit valdu Hans Mourits, sum vit halda okkum kenna væl. Hann hevur ikki búð her í bygdini tey nógvu seinastu árini, men hann er ættaður higani, og hann hevur verið virkin sum venjari í Gøtu, samstundis sum hann hevur lokið elituvenjaraútbúgvingina, og tað halda vit borgar fyri, at vit fáa ein venjara, sum er førur fyri at geva okkara spælarum íblástur, sigur LÍF formaðurin.
Hans Mourits Foldbo býr í Gøtu, har hann er skúlastjóri. Hann vaks upp í Leirvík, har hann eisini spældi fótbólt. Í áttati árunum var hann í verjuni á besta liðnum hjá GÍ, og síðani hann gavst í fremstu røð, hevur hann hjálpt til sum spælari í lægru deildunum, samstundis sum hann hevur verið venjari í yngru deildunum. Hann hevur eisini verið hjálparvenjari hjá Johan Nielsen.
Sama fólkið
Í Leirvík rokna teir við, at umleið sama manningin fer at spæla í 2. deild komandi ár, sum spældi í ár. Tað hevur ljóðað, at onkrir spælarar skulu skifta felag, men tað einasta, sum er heilt víst, er, at málverjin, Hallur Hansen, nú fer at spæla við GÍ. Umframt at vera málverji í 2. deild hjá LÍF, spældi Hallur í fjør við unglingaliðnum hjá GÍ.
Leirvíkingar halda seg kortini ikki standa á berum, hvat málverja viðvíkur. Trygvi Olsen hevur áður verið málverji hjá teimum, umframt at hann hevur spælt í 1. deild í bæði GÍ og NSÍ. Í ár spældi hann millum lítið og einki, men nú er ætlanin, at hann aftur skal verja málið hjá LÍF.
Í fjør spældu tveir pólverjar við LÍF, og avtala er gjørd um, at bæði Tomek og Mirek koma aftur til Leirvíkar nakað eftir ársskitið.
Harry Benjaminsen hevur í fleiri ár verið venjari hjá LÍF, men hann boðaði undan kappingarenda leirvíkingum frá, at hann var ikki sinnaður at halda fram í starvinum.