Sunnukvøldið 24. mars andaðist Hans Nybo, Brekkugøta 26, Tórshavn. Hann var føddur 28. apríl 1919 og var 82 ára gamal, nú hann andaðist eftir drúgva sjúkalegu.
Hans Nybo var úr Hesti, foreldur hansara vóru Anna Katrina og Poul Andreas Nybo, pápin var av Hvítanesi.
Tey vóru 8 í systkinaflokkinum, elstur var Jógvan, sum doyði ungur, síðan Richard, búði í Havn og doyði í 1989, Sigurd, sum býr í Hósvík, síðan Hans og Árni og Dánjal búgva í Hesti, Helga býr á Láargarði og síðan var Kristianna, hon er ikki á lívi.
Hans og Anna, ættað av Oyrareingjum, giftust í 1942. Tey búðu í Bringsnagøtu og bygdu í Brekkugøtu, hagar tey fluttu í 1948-49. Børnini teirra eru Borgar, Poul Arni, Marita og Mary.
Hans var ikki 16 ára gamal, tá hann kom í heilsøluna hjá Brend at vera, síðan hevur hann verið Havnarmaður. Øll árini, hann var hjá Brend, var hann álitismaður á goymsluni. Singer, seymimaskinan, sum Brend umboðaði, var nær knýtt at Hans Nybo, sum umboðsmaður var øll árini síðani.
Tá Hans gavst í 1960 hjá Brend, stovnaði hann saman við Yarmouth og Hans Mellemgaard o. ø. bilstøðina Akstur-Bil í 1961. Hans var mikið virdur sum bilstjóri, og var hann ein teirra, ið legði lunnar undir skipaða rutukoyring eftir Oyggjarvegnum og norður í Norðstreym, til vegurin í 1966 var samanbundin.
Í 1962 var heitt á Hans um at taka sær av næmingaflutninginum á Specialskúlanum, seinni skúlin á Trøðni. Hetta krevjandi starvið røkti hann til fulnar mong ár, seinni saman við soninum Borgar.
Hans var stillførur og vinskipiligur, hevði áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, langt áramál var hann stillari hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag til býráðsval.
Frið lýsa vit yvir minnið um heiðurmannin Hans Nybo.
Jákup Lindenskov