Hans Olaf á Oyri farin


 

Mikumorgunin 11. juli andaðist Hans Olaf á Oyri 76 ára gamal.

Hans Olaf var bóndasonur á Oyri og var borin til garðin, men hugurin var ikki so stórur fyri bóndayrkinum, so hann læt beiggjan Pól festa garðin.

Bert 16 ára gamal, fór Hans Olaf til Íslands í vinnu, sum so mangir aðrir føroyingar tá gjørdu. Hann var við at byggja flogvøllin í Reykjavík.

Heimafturkomin úr Íslandi royndi hann at fáa kjans við føroyskum fiskiskipi. Hetta eydnaðist, og í mong ár baldist hann á sjónum. Hann sigldi við Austerlits í mong ár, ið Bartal á Strondum førdi. Av øðrum skipum, hann var við, skulu nevnast Westvard Ho, Fame, Sundabúgvin, Norðstjørnan, Búgvin og trolarin Rádni.

Eftir mong ár á sjónum fór Hans Olaf at arbeiða á landi, mest í byggivinnuni. Hjá byggifelagnum Waagstein arbeiddi hann í mong ár. Hann var, á sjógvi og landi, ein álitismaður, raskur, gjørdi lítið burtur úr sær, og var avhildin av teimum, hann samstarvaðist við.

Hans Olaf var giftur við Pallu, ið var ættað úr Kvívík, dóttir Jóhan og Mariannu. Tey eiga sonin Sámal.

Fyri nøkrum árum síðani gavst Hans Olaf at arbeiða, hann hevði aldur til tað, men helst var tað heilsan, ið far farin at bila, ið gjørdi, at hann helt uppat. Hóast nógv nívdur av sjúku, so hoyrdu tú hann ikki gremja seg, hann var eitt sjáldsama tolið fólk, og heldur ikki vildi hann vera øðrum til byrðu. Seinnu árini versnaði sjúkan ? lungnasjúka ? og hóast tol, treiskni og mót, mátti Hans Olaf til seinast lúta.

Hans Olaf og Palla vóru altíð blíð og týð at koma inn á gátt hjá. Mangar vóru ferðirnar, vit gjørdu til Oyrar, meðan børn okkara vóru smá. Børnini føldu seg altíð væl í heiminum hjá Hans Olafi og Pallu. Tey dugdu so fram úr væl at fara við børnum ? av sonnum barngóð fólk.

Hans Olaf var ein hóvligur maður, gekk altíð stillisliga um, altíð hugnaligur at vera saman við, men hevði sínar meiningar, ið hann bar sáttliga og siðiliga fram. Hann hevði eitt gott minni, dugdi væl at siga frá og var altíð áhugaverdur at lurta eftir. Á sín stillføra hátt kundi hann eisini vera sera skemtingarsamur.

Tað er altíð svart at missa ein av sínum kæru, men soleiðis er lívið einaferð, flest øll verða vit rakt av sorg ? fyrr ella seinni. Hesaferð rakti sorgin serliga meint Pallu, Sámal og Danvør og børn teirra, ið stóðu honum næst, umframt onnur, ið stóðu honum nær. Ikki minst verða abbabørnini rakt, tí tey høvdu so nært tilknýti til abban og ommuna ? Hans Olaf og Pallu. Hvønn einasta dag vóru tey hjá teimum, og hildu ómetaliga nógv av teimum, og vit kunnu siga, at hetta var teirra næsta heim.

Stutt áðrenn Hans Olaf andaðist, føldi hann á sær, at hann hevði ikki langt eftir. Meðan sjúkan nívdi harðast, tók hann í hondina á konuni og segði: Góða Palla, nú fari eg skjótt hið ani, tað merki eg, Jesus verður eftir hjá tær og tykkum.

Soleiðis var Hans Olaf, hevði altíð so stóra umsorgan fyri sínum næstu, sjálvt ta síðstu løtuna hann lá og stríddist.

Hans Olaf er farin. Saknurin kennist svárur. Orð í slíkum løtum hjálpa so lítið, tó fara vit at minna tykkum á, at tit eiga minnini um ein góðan mann, góðan pápa og ikki minst ein góðan abba ? tey koma tit altíð at eiga. Gott er at kenna hitan frá hondum, ið sleptu.

Friður verður lýstur yvir minnið um Hans Olaf Debes.


Gunnvør og Signar