Hans Pauli heldir fram í EB/Streymi

Betri deildin menn: Hans Pauli Á Bø og EB/Streymur hava gjørt sáttmála fyri 2024

Hans Pauli Á Bø og EB/Streymur hava gjørt sáttmála fyri 2024. Tað boðar felagið frá í kvøld.

 

- 18 ára gamli bóltsnillingurin hevur, hóast skaðadarvaður til tiðir, av álvara víst seg fram í ár. Sambært FaroeSoccer bleiv tað til 17 dystir, eitt mál og eitt upplegg í betrideildini og 16 dystir og 3 mál í 1.deild eisini hevur Hans Pauli verði fastur maður á U19 landsliðnum, skrivar EB/Streymur.

 

Tað hevur tikið nakað av tíð, men nú tykjast nakar undirskriftir at koma upp á pláss í EB/Streymi. Liðskiparin, Andras Olsen, Bergur Poulsen og Virgar Jónsson hava longt.