Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur júst nú boðað frá, at hann leggur frá sær Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur á tíðindafundi nú klokkan 18 boðað frá, at hann leggur frá sær sum landsstýrismaður.
Hans Pauli Strøm fer í kvøld at skriva løgmanni bræv, har hann fer at boða frá, at hann sigur seg frá sum landsstýrismann.
Á tíðindafundinum segði Hans Pauli Strøm, at hann hevur góða samvitsku, men at hann hevur valt at leggja frá sær, tí tað ikki ber til, at tað framhaldandi verður politiskur ófriður um seg og málsøkið, sum hann hevur havt ábyrgdina fyri. Hetta ber ikki til fyri Hans Paula sjálvan og familjuna, fyri Javnaðarflokkin og samgonguna og fyri tey, sum eru tengd at heilsumálaráðnum og økjunum, sum ráðið hevur við at gera, segði Hans Pauli Strøm, sum ikki duldi fyri, at hann sær hetta sum politiskan ágang frá Tjóðveldinum.
Hans Pauli Strøm hevur verið landsstýrismaður síðani 4. februar í 2004. Fram til 26. september í 2008 var hann landsstýrismaður í almennamálum og heilsumálum, og síðani 26. september í fjør hevur hann verið landsstýrismaður í heilsumálum.
Hans Pauli varð valdur sum tingmaður á løgtingsvalinum 19. januar í 2008 við 383 persónligum atkvøðum, og hann fer nú aftur í tingið. Mikkjal Sørensen hevur verið eykamaður fyri Hans Paula Strøm, og hann fer nú úr løgtinginum.
Tað er ikki greitt, hvønn Javnaðarflokkurin fer at mæla løgmanni at tilnevna sum landsstýrismann í staðin fyri Hans Paula Strøm.
Hans Pauli hevur lagt frá sær Hans Pauli hevur lagt frá sær
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur júst nú boðað frá, at hann leggur frá sær Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur á tíðindafundi nú klokkan 18 boðað frá, at hann leggur frá sær sum landsstýrismaður. Hans Pauli Strøm fer í kvøld at skriva løgmanni bræv, har hann fer at boða frá, at hann sigur seg frá sum landsstýrismann. Á tíðindafundinum segði Hans Pauli Strøm, at hann hevur góða samvitsku, men at hann hevur valt at leggja frá sær, tí tað ikki ber til, at tað framhaldandi verður politiskur ófriður um seg og málsøkið, sum hann hevur havt ábyrgdina fyri. Hetta ber ikki til fyri Hans Paula sjálvan og familjuna, fyri Javnaðarflokkin og samgonguna og fyri tey, sum eru tengd at heilsumálaráðnum og økjunum, sum ráðið hevur við at gera, segði Hans Pauli Strøm, sum ikki duldi fyri, at hann sær hetta sum politiskan ágang frá Tjóðveldinum. Hans Pauli Strøm hevur verið landsstýrismaður síðani 4. februar í 2004. Fram til 26. september í 2008 var hann landsstýrismaður í almennamálum og heilsumálum, og síðani 26. september í fjør hevur hann verið landsstýrismaður í heilsumálum. Hans Pauli varð valdur sum tingmaður á løgtingsvalinum 19. januar í 2008 við 383 persónligum atkvøðum, og hann fer nú aftur í tingið. Mikkjal Sørensen hevur verið eykamaður fyri Hans Paula Strøm, og hann fer nú úr løgtinginum. Tað er ikki greitt, hvønn Javnaðarflokkurin fer at mæla løgmanni at tilnevna sum landsstýrismann í staðin fyri Hans Paula Strøm.
info
Álvur Haraldsen-
13. juli 2009 kl. 18:01
Mest lisið hesa vikuna
Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr
12. oktober kl. 00:01
Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági
15. oktober kl. 07:54
Vembur og avroð slongd eftir Argjavegnum
11. oktober kl. 21:48
Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu
14. oktober kl. 12:06
Løgreglan ávarar: Haldið tykkum innandura í Hvalvík og Streymnesi
14. oktober kl. 20:57
Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði
14. oktober kl. 17:53
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Metstór luttøka: Talváhugin tykist vaksandi í Føroyum
6 minuttir síðan
Tíðindi
Eivør er bara blivin betri og betri
43 minuttir síðan
Fótbóltur
Hillerød mátti lúta fyri oddaliðnum
1 tími síðan
Fótbóltur
FC Nordsjælland misti í oddastríðnum
1 tími síðan
Tíðindi
Vaskikona innilæst í fongsulskliva í trý samdøgur
2 tímar síðan
Tíðindi
Bumban í Viðvík sprongdist ikki
2 tímar síðan
Tíðindi
Danmark sigur nei til trygdaravtalu við Russland
3 tímar síðan
Tíðindi
Chelsea-málverji breyt kjálkan í samanbresti
4 tímar síðan
Fótbóltur
Meistaradeildin: NSÍ og KÍ hava størstu favorittstøðurnar
5 tímar síðan
Tíðindi
Musk vísti fram flúgvandi Tesla
6 tímar síðan
Tíðindi
Siðsøgan á útróðri í Grønlandi
7 tímar síðan
Hondbóltur
European Cup: H71 skal spæla dystir 70 km vestanfyri ukrainska markið
8 tímar síðan