Hans Pauli í samráðingum við AB

Sámal Erik Hentze váttar, at AB er í samráðingum við Hans Paula Samuelsen, sum annars bara hevur umboðað EB/Streym.

 

- Vit eru í samráðingum við Hans Paula og tað sær gott út, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB, við portalin í stuttari viðmerking í dag.

 

Hans Pauli hevur í fleiri ár verið ein lyklaspælari hjá EB/Streymi. AB hevur longu tryggja sær Sorin Anghel úr EB/Streymi.

 

AB hevur eisini meldað út, at felagið leitar eftir einum áleypara uttanfyri landoddarnar. Hetta sær ikki út til blíva til nakað.