Hans Pauli snýtti klaksvíkingar

Við einmansavriki í yvirtíðini syrgdi snillingurin fyri, at EB/Streymur fór úr Klaksvík við øllum, eftir at KÍ leikliga hevði verið omaná

Fótbóltur

 

Klaksvíkingar vóru vónbrotnir, og tey í EB/Streymi stórfegnaðust. Einki var at siga til reaktiónirnar, eftir at Petur Reinert hevði bríkslað fyri síðstu ferð.

EB/Streymur hevur í torføru avbjóðingunum á útivølli havt væl samanskrúvað konsept, sum aftur var á skránni í Klaksvík. Tað gongur út upp á at binda væl fyri í verjupartinum og so at dúva upp á snarálop. Í álopspartinum er ikki neyðugt at brúka so nógv fólk. Sorin Anghel, Hanus Eliasen, Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen megna eina rúgvu sjálvir. Tað vistu Eyðun Klakstein og hansara menn, og tað vístu teir í EB/Streymi í Klaksvík.

Sorin Anghel var noyddur at taka seg aftur tíðliga í 1. hálvleiki, men Arnbjørn Hansen og ikki minst Hans Pauli Samuelsen sygrdi fyri tí, sum skuldi til fyri at vinna 3-2 og harvið at halda tørn um trygga leiðslusessin.

Tað minti ikki sørt um Maradona avrikið á sinni, tá ið Hans Pauli Samuelsen avgjørdi. Klokkan vísti 90 minuttir, tá ið Hans Pauli tók søkina í egnar hendur. Av egnum brotsteigarmarki smoygdi hann sær framvið fleiri, og tá ið hann nærkaðist hinum brotsteiginum, og allir tóktust bíða eftir, hvønn hann fór at spæla leysan, gjørdi fótbóltssnillingurin enn eina draging, og so smekkaði hann til. Úr átjan metrum fleyg bólturin avstað, og hann brast í stólpan, áðrenn hann small í meskarnar.

Veldugur fagnaður millum mongu áskoðararnar hjá oddaliðnum, sum eftir steypasigurin fyri stórari viku síðani ikki tevja minni FM gull, enn tey longu hava gjørt fyrr í ár.

Hans Pauli var sjálvandi dagsins maður á toppliðnum og FM favorittunum. Hann setti hol á longu í 3. minutti, tá ið Sorin Anghel spældi út í høgru til Arnbjørn Hansen, sum legði innfyri til Hans Paula, sum eitt sindur aftanfyri handara stólpan heilfluktaði í málið.

Hans Pauli Samuelsen:

- Fluktarin var av brotsteigarmarkinum. Í seinna førinum var tað Bárður Olsen, sum fangaði bóltin, stakk hann framum ein av teirra, og tá ið eg hevði fingið ferð á, var tað lætt at fara framvið einum. Teir drálaðu eitt sindur, so eg royndi, og tað var ein fín kensla at síggja bóltin smella í stólpan og fara í málið.

Gerst tú nógv við skotvenjing?

- Tað fái eg ofta loyvi til undir venjing. Eg venji miðvíst skot við uttaru síðuni, og tað var við einum sovornum skoti, at vit fingu 3-2 málið.

Hans Pauli Samuelsen heldur, at klaksvíkingar vóru grammir og væl skipaðir, og at tað darvaði teirra spæli, at Sorin Anghel tíðliga noyddist av vøllinum:

- Sorin arbeiðir væl og fyllir nógv, og hann er sera lættur og skilagóður at spæla saman við. KÍ pressaði okkum í 2. hálvleiki. Teir vóru fleiri ferðir nær við, men tá ið teir løgdu press á, varð tað eisini meiri pláss hjá okkum í skjótálopum, og tað var júst í sovornari støðu, at vit avgjørdu.

Emil Nolsøe Leifsson var skilagóður sentralur miðvallari hjá KÍ. Tað bar við sær, at Kristoffur Jakobsen hesa ferð var í høgra borði, og tað var eftir álop í tí borðinum, at hann úr brotsteiginum javnaði til 1-1.

Milic Curcic legði við høvdinum og eftir hornasparksinnlegg frá Kristoffuri Jakobsen KÍ framum. So var tað, at spenningurin var í hæddini. Heimaliðið kendi seg hava so gott tak á tí, at møguleiki var fyri at økja um leiðsluna og harvið at taka spenningin úr stríðnum. Tað var um reppið, at Rodrigo skoraði mál. Tað gjørdi hann ikki. Í staðin javnaði EB/Streymur. Tá ið teir í yvirtíðini skoraðu sigursmálið var upprunin til álopið, at Rodrigo fór um koll. KÍ vildi hava fríspark, men dómarin var ikki samdur við teimum, og so snýtti Hans Pauli Samuelsen teir fyri at fáa úrtøku.