Leygardagin hevði Miðfllokkurin landsfund í Norðurlandahúsinum. Eini hálvthundrað fólk vóru møtt, og yvirlýsingin, ið kom eftir fundin, kom ikki heilt óvæntað. Nakrar orðingar vóru tó kanska hvassari enn vant
Ein av tilmælingunum frá Miðflokkinum snýr seg nevniliga um at býta økini almannamál og heilsumál sundur aftur, »tí greitt er, at landstýrismaðurin ikki megnar at røkja bæði«.
Heilsumál gerast taparin
? Grundgevingarnar fyri hasi útsøgnini um, at landstýrismaðurin ikki megnar bæði økini, eru fleiri. M.a. var ein fíggjarlóg samtykt beint fyri jól, men longu tveir mánaðri seinni, sást, at heilar níggju milliónir vantaðu í. Tá er okkurt ov illa planlagt, heldur Bill Justinussen.
Hann vísir á, at Almanna? og Heilsumál er eitt ógvuliga stórt økið, sum fevnir sera vítt, og sum allatíðina fær nógvar spurningar. Tað var eisini orsøkin til, at teir á skiltu økini sundir á sinni.
? Almannamál eru ofta sera átroðkandi, og tí er tað stórur vandi fyri, at heilsumál gerast stóri taparin. Tað síggja vit longu nú, við øllum ófriðinum, sum í hesum døgum er úti á Landssjúkrahúsinum,sigur Bill Justinussen.
Bill Justinussen sigur víðari, at ein landstýrismaður má geva sær sera góðar stundir at lurta eftir øllum bólkunum, sum eru innblandaðir í eitthvørt mál, ið viðkomandi umsitir. Men tá økið er so stórt, sum tað, Hans Pauli Strøm umsitir, verður tað ógjørligt at hoyra allar bólkar.
? Bara sjúkrahúsið er ein kókandi grýta, sum krevur sera nógv. Afturat tí, kemur so restin av heilsumálunum, umframt alt almannaøkið. Tað er ein sera stórur biti at skula gloypa, heldur Bill Justinussen.
Galið við skipanini
? hetta er ikki eitt álop á Hans Paula Strøm, men á skipanina. Vit hava í fleiri umførum róst honum, og at hann hevur megnað tað so mikið væl, er einans tí, at hann er ein ekstremur arbeiðshestur. Men tað skerst ikki burtur, at tá tú hevur so nógv at umsita, so fer annað økið at líða undir hinum, sigur Bill Justinussen.
Hann vísir á, at bæði økini eisini eru ser a útreiðslu tung, og at landsstýrismaðurin í heilum má »plága« tingið um eykajáttanir.
? At enda verður hann noyddur at velja hvat økið hann biður um eykajáttan til. Skal hann velja eina almannajáttan ella eina heilsumálsjáttan, sum báðar eru eins neyðugar, spyr Bill Justinussen.
Hann greiðir frá, at tað í útlondunum ikki kemur fyri, at tvey so týðandi mál liggja undir einum og sama ráðharra. Tvørturímóti eru hesi bæði økini ofta býtt enn meiri sundur, í eini fýra øki.
Spurdur um Miðflokkurin ikki dugir at síggja nakran fyrimun av at hava økini undir einum og sama landstýrismanni, svarar Bill, at tað uttan iva eisini eru fyrimunir at hava økini saman. Men at økið fevnir ov víða til, at fyrimunirnir eru fleiri enn vansarnir.
? Vit halda avgjørt, at økini áttu at verið býtt sundur aftur. Vit mugu ikki undir nøkum umstøðum spara á hasum báðum økjunum, tí tað kann koma at kosta okkum nógv í longdini, sigur Bill Justinussen at enda.